Jonathan Motzfeldt: Atli Dam lærdi meg nógv

Jústinus Leivsson Eidesgaard
?????
Sosialurin bar deyðsboðini av Atla Dam til grønlendska landstingsformannin Jonathan Motzfeldt klokkan sjey grønlendska tíð týsmorgunin, og tøgn varð í hinum endanum eina góða løtu. Tað gjørdist ikki tað drúgva prátið, hann skuldi líka summa seg og síðan skuldi hann á val, og vit hittust aftur í telefonini nakrar tímar seinni.
? Atli Dam var mín góður vinur og vit hava kent hvønn annan síðan lestrarárini tíðliga í seksti árunum í Keypmannahavn. Eg kom í føroyingafelagið og hann hann kom í okkara felag. Tá var nógv felagslív í Keypmannahavn millum føroyingar og grønlendingar, sigur Jonathan Motzfeldt.
Aftur er tøgn eina løtu, og so heldur hann fram: -Atli lærdi meg nógv í politikki. Hann lærdi meg millum annað tað, at grønlendingar skuldu ikki leggja seg út í føroyskan politikk, tað kláraðu føroyingar sjálvur. Føroyingar skuldu heldur ikki leggja seg út í grønlendskan politikk, men hava virðing fyri at grønlendingar megnaðu hetta sjálvir. Við hesum skrivaðum aftanfyri oyrað skuldu føroyingar og grønlendingar loysa felags áhugamál og tað eru ikki smávegis mál vit hava loyst saman gjøgnum árini, sigur Jonathan Motzfeldt.
Deyðsboðini hava sína ávirkan á Jonathan Motzfeldt. Vinirnir doyggja kring grønlendska landstingsformannin.
? Felagsvinurin hjá mær og Atla, Emil Abilsen stendur eisini undir børu, eg skal jarða hann fríggjadagin. Hann er deyður einans 62 ára gamal, hevur havt ringa sjúku. sigur Jonathan Motzfeldt, sum umframt at hava verið politikari í eitt mannaminni, eisini eru prestur.
? Hóast eg kendi Atla Dam sum vin í mong ár, og vit tosaðu nógv um politikk, so byrjaði okkara politiska samstarv ikki fyrr enn eg gjørdist landsstýrisformaður í 1979, eftir at Grønland hevði fingið heimastýri. Okkara sam-starv hevur serliga snúð seg saman um viðurskiftini við Danmark, EU og Norðurlond, men vit hava eisini samrátt okkum til nógvar sínamillum avtalur á fiskivinnuøkinum. Vit hava eisini hjálpt hvørjum øðrum. Kom meira enn so fyri, at Atli kundi ringja á nátt, tí føroyingar tørvaðu meirta av onkrari hjáveiðu og eg kundi hjálpa. Hinvegin so fingu vit eisini hjálp úr Føroyum á mongum økjum, sigur Joanthan Motzfeldt.
? Atli var ein klókur politikari, hann var ein revur, snildur í samráðingum og hann var ikki bangin fyri dialogi. Eg havi vitjað hann mangan og vit hava hildið sambandið seinastu árini, eftir at hann tók seg burtur úr politikki.
Grønlendska landstingið fer at senda einkjuni Sólvu og børnunum samkenslufjarrit og blómur frá grønlendska fólkinum.