Nógv keypa í Breyðvirkinum

Kvinnurnar, sum standa aftan fyri Breyðvirkið, siga, at tær á ongan hátt fara at ganga upp á kompromis við tað vistfrøðiliga.

 

Breyðvirkið er nýtt smábakarí, sum læt upp í Jónas Broncksgøtu 44 í Havn mikumorgunin, 4. mars. Bakaríið er í hølunum, har Kiosk Activ var í fleiri ár. Longu fyri klokkan 07 í gjár, tá viðheftu myndir eru tiknar, var nógv fólk inni á gólvinum. Myndirnar, sum eru viðheftar seinni í greinini, vórðu tiknar dagin fyri upplating, tá In.fo vitjaði inni á gólvinum.

Tað eru tær báðar, Randi Olsen (36) og Fríða Hansen (26) - við ættarbondum ávikavist í Havn og Eysturoy - sum hava leigað hølini og sum við upplatingini av einum vistfrøðiligum og burðardyggum bakaríi nú gera ein dreym, sum tær báðar hava havt, til veruleika.

- Vit vistu um hesi høli, og tað er einki yvir at dylja, at vit droymdu um at sleppa inn her. Hølini eru sett í stand, og vit hava keypt útbúnaðin til okkara bakarí. Nakrar maskinur eru keyptar brúktar úr Vágum, og vit hava eisini keypt nýggjan bakarovn - ein steinovn - og nýtt kølirúm, sum er sett upp í hølunum, sigur Fríða Hansen.

Randi Olsen og Fríða Hansen hava kenst í nøkur ár, og tær komu at kennast, tá Randi var partur av matstovuni Smakka í Norðurlandahúsinum. - Eg hevði gingið í skúla saman við mammu Fríðu í Danmark, og eg hevði hoyrt um ungu kvinnuna. Ein dagin kom Fríða og bankaði á dyrnar og spurdi um arbeiði í Smakka.

Randi Olsen sigur, at tær báðar arbeiddu saman í Smakka í nøkur ár, og her løgdu tey dent á vistfrøði og burðardyggleika - og eisini, at sum minst av mati skuldi fara til spillis. Tað var eisini í Smakka, at tær byrjaðu at baka súrdeiggjbreyð, og tá tær sóu, at fólk dámdu væl hetta breyðið.

- Vit funnu einki rugbreyð, sum vit hildu passaði ordiliga til matin í Smakka. Vit fóru meira og meira at arbeiða við súrdeiggi, gjørt úr mjøli og vatni, og sum frá leið birtist eisini tankin um egið breyðvirki.

Tær báðar siga, at tankin um breyðvirki av álvara byrjaði á heysti í 2018, men tað er langur vegur frá hugskoti til veruleika.

Í fjør vóru tær báðar í tveimum umførum á einum bakaríi á Amager, sum koyrdi eftir umleið sama prinsippi, sum tær høvdu droymt um. Hetta var um páskirnar og so aftur í juli/ august. - Eigarin av bakarínum á Amager hevur konu av Bornholm, og her høvdu tey eina kafé. Tá hjúnini sóu, at fólk vóru glað fyri baksturin á Bornholm, lótu tey eisini upp breyðvirki á Amager.

- Tá vit vóru á Amager og lærdu okkum arbeiðsgongd og at arbeiða við størri nøgdum, høvdu tey havt bakarí har í eini tvey ár. Eitt skifti, meðan vit vóru har, var eigarin á Bornholm, og tá syrgdu vit fyri øllum sjálvar. So, her fingu vit bæði góða upplæring og góðar royndir í, hvussu arbeiðið skal gerast, siga Randi Olsen og Fríða Hansen.

Breyðvirkið í Jónas Broncksgøtu 44 fer ikki at leggja dent á hópbaking. Í staðin leggja tær dent á dygdina í bakstrinum, sum alt byggir á vistfrøðiligar rávørur.

- Vit fáa eini 88 breyð inn í ovnin í senn, og hesi eru inni í einar 70 minuttir. Tað eru tvey sløg av rugbreyði - eitt sum minnir um vanligt heimabakað føroyskt rugbrey og eitt, sum er myrkari og nakað grovari. Í breyðinum, sum er ljósari, er rugmjøl og eitt lítið sindur av hveitimjøli, men í myrkara breyðinum er bara rugmjøl.

- Tað verða vit báðar, sum koma at standa fyri øllum arbeiðnum - í øllum førum í byrjanini, og tað verður avmarkað, hvussu nógv vit megna at fáa frá hondini. Vit møta til arbeiðis klokkan 05 hvønn morgun, og klokkan 07 letur Breyðvirkið upp - allar dagar í viku uttan mánadag og týsdag, tá vit hava stongt.

Tær báðar vísa á, at tær kortini fara at verða á Breyðvirkinum allar dagar í vikuni, tí tá handilin verður stongdur mánadag og týsdag, verður ymiskt annað at takast við.

- Vøra skal bíleggjast og fáast upp á pláss, og klárt skal gerast til bakstur. Framleiðslan við súrdeiggi - úr mjøli og vatni - tekur tíð og breyðini, sum skulu standa í kølurúminum og heva longst, standa har í næstan 24 tímar, áðrenn tey fara í formarnar og síðan í ovnin.

Umframt tvey sløg av rugbreyði, baka tær báðar eisini rund breyð bara við hveiti, og hesi verða við og uttan kjarnir. Haraftrat verða eini fimm ymisk sløg av wienarbreyðum og bollum.

Kvinnurnar, sum standa aftan fyri Breyðvirkið, siga, at tær á ongan hátt fara at ganga upp á kompromis við tað vistfrøðiliga. - Vit hava góðar veitarar av vistfrøðiligum rávørum, men skuldi tað hent, at onkrar vistfrøðiligar vørur vanta í, tá bakað verður - ja, so verður einki bakað. Vit leggja lív og sál í, at okkara framleiðsla er vistfrøðilig – úr enda í annan - og tað er okkara æra, at viðskiftafólk skulu vita, hvat tað er tey keypa hjá okkum.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##