Hópuppsagnir eru gerandiskostur í altjóða oljuverðini í hesum døgum. Metlágu oljuprísirnir hava við sær, at flestu av oljufeløgunum hava skorið niður útreiðslurnar á flestu økjum, og er starvsfólkaøkið tað, sum er meinast rakt
Spurningurin um hvørjar avleiðingar tær mongu skerjingarnar hava fingið ella fáa fyri ?Føroyaøkið? hevur verið reistur í fjølmiðlunum nakrar ferðir og herfyri segði landsstýrismaðurin í oljumálum, at áhugin hjá oljufeløgunum fyri føroyska landgrunninum framvegis er stórur.
Tað er tó greitt, at tær mongu uppsøgnirnar í oljufeløgunum hava við sær, at fleiri av teimum fólkum, sum nú í eini 4-5 ár hava havt Føroyaumráðið sum sítt arbeiðsøki meira ella minni burturav, nú eru uppsøgd.
Sosialurin skilur, at millum tey fólkini, sum hava arbeitt við Føroyaøkinum í fleiri ár og sum hava verið partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum ikki so fáar ferðir um árið er m.a. Richard Vernon frá Phillips Petroleum, sum leingi hevur verið ein av oddamonnunum fyri fyrireikingunum hjá felagnum undan 1. útbjóðing. Vit skilja annars, at hetta hevur einki við virksemi hjá felagnum í Føroyum at gera. Richard Vernon er bert ein av mongum Phillipsfólkum, sum eru uppsøgd seinastu tíðina. Uppgávur hansara verða hereftir røktar av øðrum fólkum.
Ein annar ?Føroya-serfrøðingur? og sum hevur verið við til at fyrireika oljuseminar í Norðurlandahúsinum og annars hevur verið rættiliga virkin á sínum øki er Michael Welland frá Lasmo. Eisini hann er uppsagdur. Hann arbeiddi í fleiri ár í Indonesia, áðrenn hann m.a. fekk føroyska landgrunnin sum sítt nýggja arbeiðsøki.
Eisini hjá stóru oljufeløgunum Texaco og Conoco eru uppsøgnir, sum raka manningina á Føroyaøkinum. Samskiparin fyri Texaco-samtakið, ið fevnir um oljufeløgini Texaco, Arco, Conoco og Murphy, Dave Peace hevur eisini mist sítt arbeiði. Texaco er operatørur í umrødda samtaki og hevur Dave Peace myndað samtakið, eitt nú tá ein føroysk sendinevnd vitjaði í Alaska í fjør. Eisini eitt annað starvsfólk hjá Texaco, sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum og sum var við til at savna inn grótsløg kring alt Føroyar til kanningarnar hjá felagnum, Bent Baumback er sagdur úr starvi. Og taka vit Conoco, so hevur Steve Daines, sum hevur verið ein av leiðandi jarðfrøðingunum hjá felagnum á Føroyaøkinum, fingið uppsøgn. Hann var eisini ein av vertunum fyri føroyska ferða lagnum, sum vitjaði í Alaska.
Sosialurin hevur spurt seg fyri hjá oljufeløgunum og eisini hjá oljufyrisitingini um, hvørjar avleiðingar hesar uppsøknir í veruleikanum hava fyri virksemið hjá feløgunum við Føroyar. Sum skilst er tað heilt vanligt, tá oljuprísirnir lækka so nógv, at fólk á øllum deildum hjá feløgunum verða uppsøgd.
Tá talan so eisini er um leiðandi fólk, ið fáast við føroyaøkið, so merkir hetta ikki, at feløgini harvið leggja minni dent á eina komandi oljuleiting. Tað merkir í ávísum førum, at deildir verða lagdar saman, soleiðis at ein persónur, sum hevur havt t.d. Norðurafrika sum arbeiðsøki, eisini fær Føroyar sum arbeiðsøki osfr.
Annars skilst, at lágu oljuprísirnir hava við sær, at oljufeløgini ikki er serliga hugað fyri at spjaða sítt virksemi á føroyska landgrunninum. Tvs. at feløgini eru mest sinnað at bjóða uppá teir teigarnar, sum liggja næst markinum og næst verandi kendum oljukeldum á bretskum øki. So er tað eisini spurningurin, hvussu marknasemjan millum Føroyar og Bretland fer at síggja út og hvussu hon fer at ávirka eina komandi útbjóðing. Verður hon til fyrimun fyri báðar partar ella hvussu! Hetta eru spurningar eingin kann svara, fyrr enn vit hava sæð, hvar endaliga landgrunnsmarkið gongur.
Hóast Føroyaøkið tykist áhugavert so er helst rætt a seta spurningin, nær og hvussu oljufeløgini fara at trýsta á bremsuna, tá talan er um framtíðar íløgur her. Tann drúgva bíðitíðin ger tað ikki betur. Eitt nú er tað ár síðani, at AMG-samtakið við Statoil, Mobil og Enterprise segði seg vera helt klárt til at fara undir leiting.
Annars skilst, at áhugin fyri at gera forkanningar framvegis er stórur. Oljumáladeildin hevur júst givið eitt forkanningarloyvi til Veritas, sum er tað upprunaliga Digicon. Hetta seismikkfelagið hevur víst seg at vera rættiliga virkið á føroyska landgrunninum umframt at tað hevur skotið nógv í Hvíta økinum eisini. Felagið ger bæði arbeiði fyri oljufeløg og ger eisini uppgávur fyri egna rokning, sum tað so selur víðari. Í løtuni hevur Oljumáladeildin til viðgerðar eina umsókn frá øðrum seismikkfelag um kanningar í vár.
Eingin ivi er um, at støðan hjá oljufeløgunum fer at hava ávirkan á eina komandi leiting við Føroyar. Vit fara helst at síggja broytingar í samstarvinum, soleiðis at tað verða færri og størri samtøk av feløgum, sum ganga saman fyri at minka enn meira um vágan. Nú verður so bíðað eftir kolvetnisskattalóg, marknasemju og 1. útbjóðing.