Kristian Djurhuus: Langabbi fór á fjall at forða hungursneyð, men tá kom loysnin!

Í Havn var nógva staðni neyðarsligt. Men í Gjørðum í Porkeri haðani mamma kom, stóð væl til. Langabbin vildi bjarga hungursneyð í bygdini við at fara á fjall eftir seyði til tey hungrandi

6. partur

Abbi var ógvuliga errin av mær, og hann plagdi at reypa av einum bragdi, eg skuldu havt gjørt, tá ið eg var 5 ára gamal. Hetta var ein summardag, tá eg sum vanliga spældi á sandinum á eystaru vág. Her rann Havnará oman. Tað var altíð roynt at leypa um ánna turrskøddur.
Men ein dagin var tað ein genta Trina hjá Andreas á Kák, sum vildi sleppa um ánna, men sum ikki klár­aði at leypa. Eg helt tað vera synd í henni, so eg tók hana í føvn­ing­in og leyp uttan at fara í ánna. Hetta var abbi errin um, og tók tað sum eitt prógv um, at eg hevði arvað hans­­ara kreftir. Hann reypaði so ofta um hetta, at eg gjørd­ist flovur av tí.

Gott at liva í Porkeri
Heima hjá okkum var sera smáligt og trongligt. Hetta var mamma als ikki von við. Í hennara barndómsheimi í Porkeri var ríkiligt við øllum, og var tað vanligt at geva teimum at eta, sum vóru treingjandi. Soleiðis hevði tað verið í fleiri ættarlið. Abbi mammu var stór­bóndi og livdi undir napoleons­kríggini fyrst í 1800 talinum. Tá var ofta hungur í Føroyum, tí skipini sum skuldu koma til Føroyar við vøru, vórðu kaprað á leiðini. Eitt ár neyðin var serliga stór, sendi langabbi hús­kallarnar á fjall, og ætlaði at taka seyð fyri at metta tey hungrandi.
Men beint sum seyðurin var komin í rætt, kom ein stór grind inn á Vág, og langabbi kundi sleppa seyðinum aftur.
Árið eftir hendi tann vanlukkan, at allur bóndagarðurin brendi. Tað varð riggað til eitt størri brúdleyp, og tað var ofta at húsini vóru lænt til slík endamál. Tað var nógv bakað til brúdleypið, og tey høvdu ikki ansað nóg væl eftir, og eldur var í. Trygging var eingin tá í tíðini.
Alt brendist inni eisini. Mamma plagdi at fortelja, at aftaná eldin funnu tey gull- og silvurpetti frá smúkkum og kontantum peningi.
Langabbi æt Per Larsen, og hann hevði fingið silvurbikar fyri framúr jarðarbrúk. Hann var vist tann einasti føroyingur, sum tá hevði fingið hendan heiður.
Hann var saman við tofta­bóndanum í Vági við til at fíggja byggingina av Royndini Fríðu hjá Nólsoyar Pàll. Ein djørv íløga sum fekk stóra mótstøðu frá embætismonnum í Havn.

Arbeiðsdagurin 12 tímar
Inntøkan hjá pápa sum handverkari var 25 oyru um tíman. Tað varð arbeitt 12 tímar um dagin. So vítt eg minnist fekk mamma 10 kr. um vikuna at halda hús fyri, og tað var ríkiligt, tá eingir gestir vóru. Men við gestum í húsinum stóð á.
Men mamma hevði eisini inn­tøk­una av mjólkini frá teimum báðum kúnum, men tað var kortini ikki tað stóra. Prísurin var 10 oyru fyri liturin ella pottin. Mamma gav nógva mjólk burtur, og ofta tók hon róman av mjólkini at geva vinum og kenningum til føðingardagar og tílíkt. Men vit dreingir fingu altíð ríkiligt av mjólk og tað fingu eisini onnur í ættini. So tað var ikki so nógv eftir at selja.
Eitt var at mamma kundi fáa pening at halda hús fyri, tá ið pápi hevði arbeiði. Men tað var fleiri ferðir, at hann var arbeiðsleysur og sjúkur.
Hann var eisini fleiri ferðir úti fyri óhappi. Fyrstu ferð var tá hann mundu gingið burtur við grindabáti við Kirkjubønes, tá eg var hálvt ára gamal. Hetta merkti hann fyri lívið. Hann tordi illa út við báti eftir hetta.
Tá eg var seks ára gamal fekk hann skaða í knæið undir arbeiði umborð á skipi, og hann kundi ikki arbeiða í seks vikur. Eingin var inntøkan. Eina ferð kemur keyp­maðurin Jens Olsen á vitjan. Hann vildi tá geva pápa eina 10 krónu, men pápi noktaði at taka ímóti henni, tí hann roknaði hetta sum eina olmussu. Men hetta dámdi ikki mammu, men har var einki at gera.
Triðju ferð pápi kom til skaða hevði tað nærum kostað honum lívið. Tá var eg 9 ár. Hetta var tá hann arbeiddi við at byggja húsini saman við H.C.W. Tórgarð. Teir vóru báðir upp í einum stiga, sum datt. Tá fekk pápi opið kraniubrot. Hann misti tó ikki vitið. Hann tók seg til høvdið og føldi, hvat ið var hent. Tá bað hann hinar lata seg liggja, tí hann doyði skjótt kortini. Ein sum var har, var Niels Debes, sum saman við pápa varð bjargaður við Kirkjubønes. Hann fekk skipað fyri at fáa lagt pápa á eina børu, og so bóru teir hann til læknan.
Mamma fekk at vita, at illa stóð til. Men eina løtu seinni komu pápi heim til gongu millum tveir mans, sum leiddu hann. Hetta var vorið sum sjúkraflutningur. Pápi fór so til songar.
Pápi kom at liggja leingi sjúkur, og tað tók honum eisini langa tíð at koma fyri seg aftur.
Onkur mátti gera mann­fólka­arbeiðið í húsinum sum at sópa undan neytunum og at geva teim­um, og hetta fall so á meg so ungur sum eg var. Men har var einki annað at gera.

Fekk hug til jarðarbrúk
Tá fekk eg eisini hug til jarðarbrúk. Tað sama var við torvarbeiði. Av brøðrunum kom eg at gera tað mesta. Johan bróður gjørdist sjúkur, og Martin kom at arbeiða hjá posthúsinum. Hann var nógv í Danmark eisini, tí hann fekk tuberk­lar og varð innlagdur á sanatorium í Danmark. Tað var ikki fyrr enn Martin varð giftur, og kom at búgva fast í Havn, at hann fekk sama áhugan fyri jørð sum eg sjálvur.


----------------


Ejler Djurhuus:
Sjúka trolaramanninum manglaði bert vætu

Í seinasta parti greiddi Ejler frá syrgiligu flogvanlukkuni í 1954, sum kostaði fleiri monnum lívið. Men tað vísti, at henda flogferðin var púra óneyðug

Tá ið manningin á flogfarinum varð bjargað, kom Fagriklettur, ein 30 tonsari úr Vági, inn eftir á veg til Tvøroyri.
Teir komu so yvir til flogfarið og fingu ein enda um velið. Tað varð so roynt at sleipa flogfarið inn á grunt. Men at sleipa eitt flogfar baklens gjøgnum sjógv var ikki lætt. Men vit komu seinni eftir, at vit skuldu havt so stutt boð sum gjørligt til bátin sum sleipaði.
Tað passaði seg akkurát soleiðis, at politisturin á Tvøroyri Oscar Wiberg, hevði verið úti í fjørðinum á floti. Hann kom yvir til flogfarið og tók upp líkið av manninum, sum flotnaði upp. Nógvir bátar vóru komnir á vanlukkustaðið.
Tað eydnaðist at sleipa flogfarið inn áraka kirkjugarðin í Froðba, og har sakk tað.
Stutt eftir fekk stjórin fyri marinu­støðina í Havn fjarrit frá tí hægsta innan Coastal Command.
Hann flutti fram bestu tøkk sína til øll á Tvøroyri fyri ta skjótu og góðu hjálp, sum var sýnd flog­manningini. Teir, ið vóru á lívi, kundu takka fólkinum á Tvøroyri fyri hetta, varð sagt í fjarritinum.

Flogskiparin hevði roynt hetta fyrr
Tað segðist at 1. flogskipari hevði verið úti fyri tí sama í Korea í krígnum har, sum hevði verið beint framm­an­undan. Tá hevði hann brotið geislar í rygginum.
Men hann var so komin fyri seg aftur. Hesa ferð var hann eisini so frægt fyri, at hann kundi sita í bátinum, sum tók hann umborð. Men hann varð so lagdur í song á sjúkrahúsinum.
Dagin eftir kom ein bretsk korvett H.M.S Pincher á veg úr Reykjavík inn á Tvøroyri eftir flogmanningini og líkinum. Teir tóku eisini fýrbøtaran, sum flog­farið var komið eftir.
Tað vóru nógv fólk, sum fylgdu tí deyða flogmanninum, tá ið hann fór umborð. Fremst gingu seks av hansara bjargaðu felagum, summir við hond í fatli og aðrir við bindi um høvdið. Tveir felagar høvdu fingið slíkan skaða, at teir sluppu ikki heim við tá.
Tað var so nógv fólk á kaiuni, at politiið mátti halda gonguleiðina opna til skipið.
Tá ið farið var av Tvøroyri nýttu teir eisini høvið at steðga á, har vrakið á flogfarinum lá, og at blaka ein krans á sjógv.
Fýrbøtarin hevði fingið ov lítið at drekka
Seinri vísti tað seg, at tað var fýrbøtarakrampa maðurin hevði. Hetta kemur av at arbeiða í hita uttan at fáa nóg mikið at drekka, sokallað dehydrering. Tá ov lítil væta er í kroppinum kann slíkur krampi gerast úrslitið. Trupulleikin var kanska eisini tann, at teir drukku bara whisky fyri tosta, og whisky er vatndrívandi og verri enn einki.
Tað gingu bert einir 14 dagar, tá ringir Georg Thomsen til mín, tá lá sami maður aftur á sjúkrahúsinum við somu diagnosu!

Bjargingin av vrakinum
3-4 dagar eftir vanlukkuna varð roynt við einum bretskum trolara at bjarga vrakinum av flogfarinum.
Eg var so við saman við politisti­num umborð, tá teir fóru út. Teir trolaðu so við veiri fleiri ferðir um vrakið fyri at fáa fast. Nú hendi tað seg fleiri ferðir, at luftbløðrur kom upp í vatnskorpuna. Hetta vísti seg at vera bensin. Tá var komið hol á tangarnar.
Tað var stilli og frost. Men hevði tað verið um summarið í hita og bensinið for­dampaði, kundi hetta verið vanda­­mikið, um tað eksploderaði.
Tað var júst tað sum hendi undir Koreakrígnum, og beindi hetta fyri fleiri skipum.
Tað hendi tá tað óhapp , at hesin trolarin fekk ein veir um skrúvuna, og ein annar bretskur trolari mátti koma til hjálpar. Men vrakið fekst inn hagar, sum kaiin á Krambatanga nú er.

Tvey lík í vrakinum
Eivind Mortensen, smiðjumeistarin, gav seinni eitt tilboð uppá vrakið.
Tilboðið var uppá 1 kr. pr. kg. aluminium, umframt at hann skuldi gjalda útreiðslurnar av teirri fyrru royndini at bjarga vrakinum. Tað var høgt upp á hólminum, og Eivind fekk vist 5 kr. pr.kg.
Teir fingu togað vrakið eftir botninum inn ímóti landi við einum spæli og við hjálp av sandbátinum Carla, sum lyfti uppundir. Ein stórur partur av vrakinum kom eisini uppundan. Eg fekk tá ein bát at seta meg yvir um. Tá vóru teir við at rigga av fyri dagin. Hetta var lítla­nýggjársaftan, og tað varð skjótt myrkt.
Tá funnu vit eitt lík í flog­farinum. Tað var 23 ára gamli flying officer Allan Abercrombi, sum var navigatatørur.
Eg fekk so ein mann at hjálpa mær við at fáa mannin úr vrakinum. Tað eydnaðist eisini, og vit fingu eitt segl um líkið og hivaðu tað umborð. Deyði maðurin bleiv so fluttur á sjúkrahúsið.
Hetta var nú heldur ikki uttan trupulleikar. Maðurin var lagdur inn í líkrúmið. Sjúkrahúsið var tá nýtt, og tað vísti at lukturin frá hesum rúmi fór við ventilatiónini um alt sjúkrahúsið. Men tá varð líkið lagt í eina sinkkistu og sett í eitt pakkhús á kaiuni.
2. januar funnu vit eitt lík aftur­at í tí parti av flogfarinum, sum ikki var komið uppundan. Vit sóu í einum seiðakikara ein stivla og eina hond, sum eins og veittraði til okkara.
Hetta var 2. piloturin John Ray­mond Hill, sum framvegis sat í stólinum. Hann var nakað illa farin og mátti skerast leysur.
Hann gjørdist 32 ár. Hann hevði mappu uppi á sær við mynd av konu og tveimum døtrum.
Tað varð beinanvegin sent boð niður til Onglands um hetta. Men har var eingin áhugi fyri at fáa líkini heim so merkiligt tað ljóðar, so teir vóru jarðaðir á Tvøroyri.
Tann fyrri, sum varð funnin, varð jarðaður á Tvøroyri nýggjárs­dag frá kirkjuni. Sagt varð í blaðnum Føroya­tíðindi, at hetta var ein hátíðarlig jarðarferð, stór mann­amúgva var og fylgdi. Flogskiparin varð so jarðaður nakrar dagar seinni.
Ein maður varð ikki funnin. Hann var bert 19 ára gamal, og hann hevði til uppgávu at kasta ankarið úr eini lúku framman í flogfarinum, og er onkursvegna horvin.

Tøkk frá Royal Air Force
Nakrar dagar seinni er í Føroya­tíðindi soljóðandi tøkk :
Royal Air Force vil við hesum bera okkara hjartaliga tøkk til fylgj­andi fyri ta veittu hjálpina til mann­ingina á Sunderland flog­farinum í samband við vanlukkuna á Trongisvágsfirði tann 23. oktober:

• Ríkisumboðsmannin
• Kristian Djurhuus, løgmann, við konu
• Ejler Djurhuus, sýslumann, við konu
• E. Rubek Nielsen, lækna
• J. Vandborg, kommunulækna
• Færøernes Marinedistrikt
• Georg Thomsen, stjóra og
• Eivind Mortensen

Eisini verður takkað manningum á teimum førum, sum komu til hjálpar. Somuleiðis E. Vilhelm, prest, kórinum og øllum teimum, sum hjálptu til við jarðarferðirnar. Somuleiðis verður takkað fyri allar tær vøkru blómurnar.

Í komandi partir greiðir Kristian m.a. frá tí góða granna­­­lagn­um í Havn,
millum annað teimum
á Lava. Ejler hevur
millum annað frá­­sagn­ir
um skemt í Hvalba