Skúlaframsýning í prestagarðinum á Nesi


 

TÍÐINDASKRIV


Bygdasavnið og fornminnisfelagið í Nes kommunu hevur í hesum døgum eina skúlaframsýning. Hon fevnir um tíðarskeiðið frá tí, at fyrsti skúlin kom í Saltnesi í 1845 og fram til at fyrsti parturin av hølunum, har skúlin á Toftum nú heldur til, varð tikin í nýtslu í 1958.

Fornminnisfelagið í Nes kommunu varð stovnað 25. november í 1995, og hetta er fyrsta almenna framsýningin, sum tey skipa fyri. Sýningin er sett upp í prestagarðinum á Nesi, og hon verður opin tey bæði komandi vikuskiftini afturat. Opið er leygardagar klokkan 15?18 og sunnudagar klokkan 15?17. Kostnaðurin fyri at koma inn er 30 krónur hjá vaksnum. Fyri tey, sum eru undir 16 ár og fyri skúlaflokkar, er atgondin ókeypis. Um ynski er at síggja framsýningina aðrar tíðir, enn tær omanfyri nevndu, so ber til at gera avtalu um hetta. Tað kann gerast á tlf. 44 72 51 ella tlf. 44 74 38.

Viðkomandi

Nógvir lutir og amboð, sum hava verið tengd at skúlalívinum í nevnda tíðarskeiði, eru at síggja. Har eru talvir og griflar, skúlaborð, pultar, lesibøkur og meiri av tí slagnum. Ein møtiprotokoll, sum fevnir um tíðarskeiðið 1871?1951 er á framsýningini, um enn hon ikki er so atkomulig. Í henni eru nøvnini á øllum teimum, sum í hesum langa tíðarskeiðnum vóru næmingar í skúlanum í Saltnesi og á Toftum. Hetta eigur at vera áhugavert ikki minst hjá teimum, ið hava átt og eiga forfedrar, sum hava gingið í skúlanum.

Nógvu myndirnar eru eisini áhugaverdar. Tað eru sjáldsama nógvar myndir av skúlaflokkum, lærarum og aðrar skúlamyndir frá gomlu tíðini, meðan næstan ongar myndir eru frá tjúgunum og tredivunum. Roynt hevur verið at skráseta øll tey, sum eru á myndunum. Í onkrum føri hava tey ikki øll nøvnini, men felagið vónar, at tað á framsýningini kanska fer at bera til at fáa onkrar upplýsingar, sum tað higartil ikki hevur borið til at fingið vissu um.

Arbeiða á fleiri økjum

Fornminnisfelagið í Nes kommunu eigur prestagarðin á Nesi, sum er bygdur í 1864 og tískil er friðaður. Felagið keypti bygningin frá landsstýrinum í 1998. Málið er, at prestagarðurin í sær sjálvum skal verða eitt savn. Hann er rættuliga søguligur á fleiri økjum.

Tað sigst, at tá hann varð bygdur, var hann næststørsta íbúðarhús í landinum. Bara amtmansborgin var størri. Prestagarðurin á Nesi hevur eisini verið próstasetur. Próstar vóru í Føroyum í 406 ár. Í 215 av árunum búði prósturin á Nesi. Har var fyrsti prósturin, sum var Heini Havreki. Síðsti prósturin, sum búði á Nesi, var Fríðrik Petersen, sum var ættaður úr Saltnesi og sum legði frá sær í 1917.

Prestagarðurin á Nesi var stórur. Til sjálvan garðin hoyrdu 20 merkur, og so var tað Náðinsgarðurin á Heyggi, sum var sjey merkur. Tá próstur búði á Nesi, hoyrdi Garðshorn í Oyndarfirði uppí. Tann garðurin var ellivu og eina hálva mørk. Tað vil við øðrum orðum siga, at samlaða markatalið var 39,5 merkur.

Umframt prestagarðin eigur fornminnisfelagið í Nes kommunu eisini eitt útróðrar? og traðarmannaheim á Gadd. Hesi húsini vórðu bygd í 1870 unum, og tey vóru nýtt sum bústaður í eini hundrað ár. Nú er felagið farið undir at seta húsini í upprunaligan stand, so tey kunnu vera eitt minni og ein framsýning, sum fer at vísa, hvussu korini at húsast vóru hjá einari familju av hesum slagnum.

Ynskið

Fornminnisfelagið í Nes kommunu telur 60?70 limir. Í nevndini fyri felagið eru Jógvan Ingvard Olsen, sum er formaður, Regin Debess, næstformaður, Josefina Jacobsen kassameistari, Karl Johannesen og Beinta Dahl.

Eitt er, at felagið arbeiðir við at seta hús í stand, sum í sær sjálvum verða framsýningar. Eitt annað er, at tey í felagnum fegin høvdu viljað havt síni egnu felagshøli. Tað er brúk fyri hølum at skráseta og goyma lutir í, og tað er brúk fyri hølum at seta framsýningar upp í. Í felagnum halda tey, at tað eru møguleikar fyri nógvum framsýningum, men møguleikarnir vera nógv avmarkaðir, inntil felagið fær síni egnu felagshølir.

Ta fyrstu framsýningina hava tey sett upp í prestagarðinum á Nesi. Talan er, sum omanfyri nevnt, um eina skúlaframsýning. Síðsta vikuskifti hugdi fitt av fólki inn á gólvið. Í felagnum vóna tey, at fleiri afturat fara at nýta høvi at síggja framsýningina, sum verður opin hetta og komandi vikuskifti afturat.