burðaravlop, verða færri og færri herðar at bera samfelagsins byrðar. Tey sum bera, verða færri - og tey sum verða borðin, verða fleiri. Hetta er veruleikin í okkara grannalondum, og tað er líkt til, at tey [...] Føroyum. Familjurnar eru grundar-lagið undir føroyska samfelagnum, og tað er ein stór avbjóðing, men eisini skylda hjá politikkarum og politiskum flokkum at geva familjunum góð kor at liva undir. Í men [...] í miðal eiga 2,2 børn. Til samanberingar skal nevnast, at henda rata í Danmark, Noregi og Svøríki er í miðal 1,7. Í Føroyum hava vit higartil verið so heppin at hava eina reproduktiónsratu ímeðal frá 1998
ndini. Meirilutin, sum er Sólvit E. Nolsø úr Framsókn, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum og Liljan Weihe og Annika Olsen úr Tjóðveldi siga, at meirilutin heldur tað vera skeivt, at onnur enn vit sjálvi [...] Hammer úr Javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum halda tað vera rætt og rímiligt, so leingi flokkar í Føroyum stilla upp til fólkatingsval, at hesir [...] samtykt tvørtur um samgongu-andstøðumark. Javnaðarflokkurin hevur 9 tingfólk, Sambandsflokkurin hevur 7 og Miðflokkurin 2 tingfólk. Tað gevur til samans ein meiriluta í Løgtinginum upp á 18. Verður málið samtykt
hagreiðast og frystast til matna umborð, og restin av innvølunum kunnu so frystast ella turkast umborð fyri at blíva brúktir til alifóður. Helgi Nolsøe heldur tað vera væl skiljandi, at reiðarar og skiparar [...] mistum útflutningsvirði og skattainntøkum. Helgi Nolsøe heldur tað vera spell, at vit ikki eiga politikarar, sum eru førir fyri at lyfta seg upp um suboptimering og seráhugamál og gera tað, sum er best fyri [...] skipari á Ennibergi, segði í Sosialinum og á in.fo fyrr í vikuni. Sonny helt ikki, at tað er so einfalt hjá skipum, sum fiska í Barentshavinum, at taka høvd og riggir heim við. Sonny vísti á, at skuldu
deildini, og hvat liðið var úr næstbestu deildini. Fyrrapartin av fyrra umfarinum megnaðu heimamenninir at fylgja við, og teir javnaði til 1-1. Men eftir steðgin var klassamunur. GÍ menninir vóru aftur og aftur [...] deildina. Hjá TB var fyrrverandi VB ogRoyn málverjin, Lars Muller, í málinum. Zoran Mancic, sum áður hevur spælt í VB, KÍ og Royn, var á miðvøllinum. Úrslitið var 7-1. Tá skal leggjast afturat, at á GÍ [...] Helga L. Petersen og Óla Hansen, sum allir av persónligum orsøkum høvdu givið avboð. Omar setti hol á Ein av teimum, sum fekk møguleikan, tí fleiri høvdu meldað frá, var Omar Pásson, og hann takkaði fyri
høvuðpínu og sjúkrafráveran øktist. Ein kanning staðfesti trupulleikar við blámusoppi og vánaligari inniluft. Hølini vórðu ikki mett egnað sum arbeiðspláss. Samskift varð um at gera ábøtur og umvælingar [...] samstarvi við Sjóvinnustýrið, framleitt útboðstilfarið og staðið fyri útboðnum. Útboðið varð framt á sumri 2017. Tvey tilboð komu inn, og var leigukostnaðurin so mikið høgur, at mett varð, út frá [...] nýggjum umsitingarbygningi til Sjóvinnustýrið á upp til 13,7 mió. kr. Við uppskotinum fær Sjóvinnustýrið eina framtíðartryggjaða loysn og støðugar karmar um virksemið hjá stovninum. Ætlanin er at
Gunleivi, Statoil á Argjum og hjá Pidda á Toftum. Knútapunkt - Eg havi skilt uppgávuna soleiðis, at eg skal vera "knútapunktið" millum eigararnar og leiðararnar í nevndu fyritøkum, og hetta síggi eg sum eina [...] 32 ára gamal og hevur búð á Argjum, síðan hann var 7 ára gamal, hevur seinastu 11 árini arbeitt hjá Landshandlinum í Havn, har hann hevur verið søluleiðari. Hann er útbúgvin handilsmaður, og hann er eisini [...] 50-60 fólk arbeiða hjá Gunleivi, og hini arbeiða so hjá Pidda á Toftum og á Statoil-støðini á Argjum. Hann vísir á, at arbeiðini í flestu førum eru skipað sum vaktararbeiði, og tí er talan um nógv fólk, sum
dagarnar, og ætlanin er at vita, um tað ikki ber til at fáa nøkur tons av makreli aftrat. - Vit fara at gera onkra roynd aftrat, nú Jupiter og Finnur Fríði eru inni og landa. Jupiter liggur á Tvøroyri og landar [...] landar umleið 1300 tons av sild, og Finnur Fríði landar sild og makrel í Kollafirði. Hann sigur, at Finnur Fríði hevur umleið 1100 tons av sild og stívliga 400 tons av makreli, sum er góð veiða. - Vit partrola [...] í løtuni, og teir hava umleið 200 tons av makreli, leggur Arngrím Hansen aftrat. Hann veit eisini at siga, at onnur skip, sum fiska og leita eftir makreli, eru norðrari í føroyskum sjógvi, og hesi eru eitt
bólkur: Telvarar føddir 1991-92 og E - bólkur: Telvarar føddir 1993 og seinni. Í finaluni luttaka 8 í hvørjum aldursbólki og allir telva í móti hvørjum øðrum - t.v.s. 7 umfør. Umhugsunartíðin er 1/2 tími [...] telvari (hevur luttikið í NM fleiri ferðir) og Rana Baldurson (Klaksvíkar Talvfelag), verandi unglingaføroyameistari og Sjúrð Thorsteinsson. Sjúrður er av Tvøroyri og er ikki knýttur at nøkrum talvfelag. Virkin [...] Telvað eru samanlagt 16 talv og hevur hann fingið 14,5 stig. Heri Thomsen (Gøtu Talvfelag) vann fyrstu kappingina, men snávaði í aðru kappingini og endaði á 10. plássinum. Heri og Rógvi luttóku í seinastu
so byggjast kundi á økinum, og samráðingar um makaskifti og møguligt keyp av økinum frá Leivi og Gunnu Andreasen. Hesar samráðingar endaðu tó úrslitaleysar, og bæði í 2006 og 2007 boðaði kommunan frá, at [...] 670p og 670y. Leiðarin á starvsfólka- og løgdeildini og miðfyrisitingarstjórin mæla fíggjarnevndini til at ávísa fígging kr. 2.242.323,83 kr. at rinda Leivi Andresen og Gunnu Andresen til fulla og endaliga [...] kommuna og Bjørn á Heygum, advokatur hjá Leivi Andresen og Gunnu Andresen hava tann 11. juni gjørt semju í málinum, ið inniber, at Gunna og Leivur Andresen avhenda matr. nr. 670x, 670a og 670f til Tórshavnar
kønari hond leiddi Klaksvíkar Hornorkestur, og tó at orkestrið er 70 ár og miðalaldurin rímiliga høgur, so var góðskan á hægsta stigi. Tey spældu fleiri kendar og góðar sálmar úr Reyðu Bók, sum er ”Bíblian” [...] hornorkestrum. Hesir sálmar eru framúr góðir og ljóðmurin har eftir. Eisini varð spæld ein serlig útseting av ”Eg oyggjar veit”, sum Allan Fernie hevði gjørt og sjálvandi onkrir marchir eisini. ##ms## Úr [...] Hallelujah, Born Free, Aberystwyth, Crimond, The Ashokan Farewell og Kirby Lonsdale. ##med2## Ein famúr góð konsert við tí góða gamla og eyðkenda klanginum hjá Klaksvíkar Hornorkestri. Spælarnir hugnaðu