Søgan um føroyska vælferðasamfelagið er eisini søgan um familjurnar í Føroyum.
Familjurnar eru grundar-lagið undir føroyska samfelagnum, og tað er ein stór avbjóðing, men eisini skylda hjá politikkarum og politiskum flokkum at geva familjunum góð kor at liva undir.
Í menningarlondum eru børnini sosiala trygdin hjá familjunum. Hesi lond hava eitt stórt burðaravlop, og fólkatalið økist støðugt. Trygdin hjá foreldrunum er, at tá tey gerast gomul, hava tey børn, sum kunnu forsyrgja teimum. Til ber at siga, at børnini eru teirra pensión - teirra eftirløn.
Sjálvt um vit ikki beinleiðis hugsa um, hvør skal forsyrgja okkum í framtíðini, er hetta tó nógv meira nærliggjandi, enn vit geva okkum far um.
Eitt er vist, at uttan ein støðugan fólkavøkstur - eitt gott burðaravlop, verða færri og færri herðar at bera samfelagsins byrðar. Tey sum bera, verða færri - og tey sum verða borðin, verða fleiri. Hetta er veruleikin í okkara grannalondum, og tað er líkt til, at tey fara at verða rakt av teirri nógv umrøddu eldrabylgjuni.
Men støðan í Føroyum er als ikki so hættislig. Myndin nú er, at Føroyar ikki verða skolaðar út av eldrabylgjuni.
Eitt sindur av einari andsøgn at tosa um økta talið av eldrum sum ein trupulleika, tí økingin er jú úrslitið av einum málrættaðum politikki, sum serliga Javnaðarflokkurin hevur ruddað slóð fyri.
Sagt verður, at til tess at fólkatalið í einum landi ikki skal minka, skal landið hava eina sokallaða reproduktiónsratu uppá 2,2, t.v.s. at foreldur skulu í miðal eiga 2,2 børn. Til samanberingar skal nevnast, at henda rata í Danmark, Noregi og Svøríki er í miðal 1,7.
Í Føroyum hava vit higartil verið so heppin at hava eina reproduktiónsratu ímeðal frá 1998 til 2003 uppá 2,47 t.v.s. munandi hægri enn okkara grannar. Men eingi trøð veksa inn í Himmalin. Tendensurin frá 1970 er, at reproduktiónsratan er støðugt minkandi, hóast vit enn eru á heilt góðari leið.
Eitt minkandi fólkatal kann fáa álvarsamar fylgjur fyri ein búskap og fyri eitt land. Fellur fólkatalið kann fara at standa á at fáa arbeiðsmegi til tær uppgávur, almennar og privatar, sum samfelagið hevur at røkja. Vit koma tá at merkja eitt afturstig í menningini av samfelagnum.
Eins neyðugt tað er í menningarlondum at fáa fleiri børn til tess at hava eina sosiala trygd, eins neyðugt er tað hjá okkum at gera umstøðurnar hjá familjunum so góðar, at tær ynskja at fáa fleiri børn - tí børnini eru okkara sosiala trygd.
Tað er tí meira átroðkandi nú enn nakrantíð, at vit fáa ein sterkan og progressivan familjupolitikk.