Sjóvinnustýrið nýggja bygning fyri 13,7 mió. kr

Eftir ætlan verður flutt inn í nýggju hølini í Vágum á heysti 2019

Á tingfundi í dag fer Løgtingið undir fyrstu viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um at byggja umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið.

 

Í́ 2002 varð avgjørt, at Skipaeftirlitið skuldi flyta til Vágar. Høli vórðu funnin og útleigari innrættaði hølini til endamálið. Talan var um ein smiðjubygning, sum varð innrættaður til skrivstovur.

 

Í mai 2016 mátti Sjóvinnustýrið flyta úr hølunum. Fleiri starvsfólk plágaðust av ringari høvuðpínu og sjúkrafráveran øktist. Ein kanning staðfesti trupulleikar við blámusoppi og vánaligari inniluft. Hølini vórðu ikki mett egnað sum arbeiðspláss.

 

Samskift varð um at gera ábøtur og umvælingar av bygninginum, men hesar ætlanir bóru ikki á mál. Ætlanin varð tí slept og leigumálið varð sagt upp í september 2016.

 

Sjóvinnustýrið kannaði, hvørjir møguleikar vóru fyri at flyta í onnur hóskandi hølir í Vágum. Kanningin staðfesti, at eingi høli eru tøk, sum hóska til virksemið hjá stovninum. Serliga er tað støddin, sum avmarkar møguleikarnar.

 

Stovnurin flutti í fyribils leiguhøli við flogvøllin í Sørvági. Fyribils leiguhølini eru ikki væl hóskandi til virksemið hjá Sjóvinnustýrinum.

 

Á fíggjarlógini 2017 vórðu játtaðar 300 tús. kr. til tess at fáa hølisviðurskiftini hjá Sjóvinnustýrinum í fastar karmar. Hesin peningur er fyrst og fremst nýttur til at framleiða útboðstilfar í sambandi við útbjóðing av nýggjum leiguhølum í Vágum til Sjóvinnustýrið.

 

Landsverk hevur, í samstarvi við Sjóvinnustýrið, framleitt útboðstilfarið og staðið fyri útboðnum. Útboðið varð framt á sumri 2017.

 

Tvey tilboð komu inn, og var leigukostnaðurin so mikið høgur, at mett varð, út frá einum búskaparligum sjónarmiði, at skilabest var, at landið letur byggja nýggj høli til Sjóvinnustýrið.

 

Sjóvinnustýrið húsast í leigaðum hølum og hevur stutttíðarleigusáttmála til hetta leigumálið.

 

Við uppskotinum verður heimilað landsstýrismanninum at halda byggiútreiðslur í sambandi við bygging av nýggjum umsitingarbygningi til Sjóvinnustýrið á upp til 13,7 mió. kr.

 

Við uppskotinum fær Sjóvinnustýrið eina framtíðartryggjaða loysn og støðugar karmar um virksemið hjá stovninum. Ætlanin er at byggja ein bygning á slakar 900m2. Bygningurin verður staðsettur á leigaða grund í Vágum. Viðmerkjast kann, at bæði Vága og Sørvágs kommuna hava víst á tøk grundøki.

 

Metti kostnaðurin er settur soleiðis saman:

  1. Høvuðsenterprisa             13,05-15,2
  2. Byggiskrá                         100 tús. kr.
  3. Verkætlanarleiðsla             550 tús. kr
  4. Innbúgv og útgerð             0 kr.
  5. Forkanningar                         70 tús. kr.

 

Landsverk ger, í samstarvi við Sjóvinnustýrið, byggiskrá og bjóðar enterprisuna út. Landsverk fer at hava verkætlanarleiðsluna um hendi.

 

Í 2018 verður farið undir at gera byggiskrá, bjóða út og byrja byggingina. Mett verður, at tað tekur 12 mánaðir frá útboði, til bygningurin er klárur at flyta inn í. Eftir ætlan verður flutt inn í nýggju hølini á heysti 2019. Fyri at taka hædd fyri møguligum seinkingum er úrgildiskoman sett til 31. desember 2020.