Helgi Nolsøe, fiskivinnuverkfrøðingur, ger nú viðmerkingar til tað, sum Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi, segði í Sosialinum og á in.fo fyrr í vikuni. Sonny helt ikki, at tað er so einfalt hjá skipum, sum fiska í Barentshavinum, at taka høvd og riggir heim við.
Sonny vísti á, at skuldu teir tikið høvdini heim við, høvdu hesi, sum kanska eru verd einar 250.000-350.000 krónur brutto, tikið upp pláss í lastini, sum annars kunnu rúma fyri einar 10 miljónir krónur í flaki. Hann helt tí, at hetta er ikki so einfalt, og tí eigur politiski myndugleikin heldur ikki - í óðum verkum - at krevja hetta við lóg.
Men, Helgi Nolsøe, fiskivinnuverkfrøðingur, heldur, at hetta mál er so "sera einfalt", sum hann tekur til. Hann vísir á, at flakaúrtøkan, sum kemur til lands av einari kvotu á 20.000 tons av botnfiski í Barentshavinum, er umleið 35% - ella um 7.000 tons av flaki.
- Um fiskurin varð kruvdur og heilfrystur umborð fyri síðan at verða flakaskorin á landi, fekst ein flakaúrtøka á umleið 42,5% - ella eini 8.500 tons av flaki. Av hesum kunnu so bæði høvd og ryggir eisini framleiðast til matna. Livurin kann eisini skiljast frá restini av innvølunum og frystast umborð fyri síðan at verða gagnnýtt á landi - ella hon kann framleiðast til lýsi umborð. Magarnir kunnu skiljast frá restini av innvølunum, hagreiðast og frystast til matna umborð, og restin av innvølunum kunnu so frystast ella turkast umborð fyri at blíva brúktir til alifóður.
Helgi Nolsøe heldur tað vera væl skiljandi, at reiðarar og skiparar verja sín framferðarhátt, tí teir gera jú bert tað, sum er best fyri teirra reiðarí ella skip, men hetta er suboptimering, so tað stendur eftir í.
- Hvør hugsar bara um seg, eingin hugsar um heildina! Tað eru fyritøkur, sum hava tørv á hesi rávøru, og sum kunnu skapa framleiðslur og arbeiðspláss her á landi. Men, henda rávøra verður tveitt útaftur gjøgnum lensiportrið, samstundis sum samfelagið missir munandi upphæddir frá mistum útflutningsvirði og skattainntøkum.
Helgi Nolsøe heldur tað vera spell, at vit ikki eiga politikarar, sum eru førir fyri at lyfta seg upp um suboptimering og seráhugamál og gera tað, sum er best fyri samfelagið. Tað er einki at ivast í, at munandi størri inntøkur kunnu fáast burtur úr fiskatilfeinginum, bæði av nær- og av fjarleiðunum, um alt verður ført til lands.
- Tað líkist svartasta ongum, at góð rávøra verður tveitt afur í havið, samstundis sum tað eru føroyskar fyritøkur, sum hava stóran tørv á hesi somu rávøruni, heldur Helgi Nolsøe, fiskivinnuverkfrøðingur.











