Í gjárkvøldið varð so skipað fyri konsert í Spinnarínum, har Klaksvíkar Hornorkestur fyrstu árini eisini vandi. Konsertin var fyri innbodnum, fyri at halda skil á tali av fólki, sum kundi vera við - Um 70 fólk í rúmligum umhvørvi á Spinnarínum - hetta vegna koronutilmælini.
Tað var Fiona Parker, sum undir kønari hond leiddi Klaksvíkar Hornorkestur, og tó at orkestrið er 70 ár og miðalaldurin rímiliga høgur, so var góðskan á hægsta stigi.
Tey spældu fleiri kendar og góðar sálmar úr Reyðu Bók, sum er ”Bíblian” hjá øllum hornorkestrum. Hesir sálmar eru framúr góðir og ljóðmurin har eftir. Eisini varð spæld ein serlig útseting av ”Eg oyggjar veit”, sum Allan Fernie hevði gjørt og sjálvandi onkrir marchir eisini.
##ms##
Úr skánni kunnu nevnast: Eventide, Hallelujah, Born Free, Aberystwyth, Crimond, The Ashokan Farewell og Kirby Lonsdale.
##med2##
Ein famúr góð konsert við tí góða gamla og eyðkenda klanginum hjá Klaksvíkar Hornorkestri. Spælarnir hugnaðu sær, tó at uppgávan varð tikin í størsta álvara at fremja eina góða og minniliga konsertsum gjørligt, ið eydnaðist til fullnar.
Eftir konsertina varð boðið til ein bita í Tekniska Skúla, har sangur og røður eisini vóru á skrá.
##med3##
Borgarstjórin, Karl H. Johansen legði fyri við røðu, har hann hugleiddi um sína tíð sum ungur politistur, tá ið hann og Hilmar, politistur gingu fremst í mongum skrúðgongunum.
Hugnaligt var og er hvørja ferð, tá ið Klaksvíkar Hornorkestur fer gjøgnum býin ella spælir til ymisk tiltøk í býnum, segði borgarstjórin. Tit eru av røttum ein býarmynd og eitt býarorkestur til stóra gleði fyri allar borgarar í kommununi, og tað eru vit í býráðnum sera takksom fyri.
##med4##
Tey andlit, sum vóru við í orkestrinum tá, kenni eg enn aftur, so har kann ikki hava verið nógv útskifti, legði borgarstjórin afturat. Kanska er tíðin komin til, at tað man fara at leggjast afturat við ungum kreftum eisini.
Alex Sólstein, hevur enn spælt við, tó at hann er farin um tey 90. Tó spældi hann ikki við í gjár, tí hann hevur vandað sær um ikki at koma millum ov nógv fólk, vegna sóttina, segði hann. Men tað kann so væl verða, at eg seti meg við aftur horninum til venjingar.
##med5##
Ein frálík konsert í sera hugnaligum hølum og ein frálík veitsla – Til lukku við teimum fyrstu 70 árunum, og verður ynskt tykkum mong góð ár aftur.
Í nevndini í Klaksvíkar Hornorkestri sita Petur Eliasen, formaður - Petur Simonsen, kassameistari og Hanus Kjølbro, sum er skrivari.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##











