TB hoyknaði eftir steðgin

Gøtumenn vunnu stórsigur, og fyrstu løtuna eftir steðgin runnu teir næstan sum teir vildu ígjøgnum heimaverjuna

 

Gøtumenn vunnu stórsigur, og fyrstu løtuna eftir steðgin runnu teir næstan sum teir vildu ígjøgnum heimaverjuna


Tvørámenn tóku í fjør liðið úr bólkaspælinum, tá tað restaðu tvey umfør. Eftir fleiri stórtap søgdu seg ikki hava møguleika at manna liðið. Higartil í ár hava teir lagt rygg til tvey stórtap. Vónandi farateir at fóta sær, soleiðis at teir ikki taka liðið úr kappingini á hesum sinni.

Sunnudagin var eingin ivi um, hvat liðið á Sevmýri var úr bestu deildini, og hvat liðið var úr næstbestu deildini. Fyrrapartin av fyrra umfarinum megnaðu heimamenninir at fylgja við, og teir javnaði til 1-1.

Men eftir steðgin var klassamunur. GÍ menninir vóru aftur og aftur í fleirtalsstøðum á TB hálvuni, og tað var týðuligt, at teir á allan hátt vóru betri fyri enn mótstøðumenninir, sum framvegis resta nógv í at vera nóg væl fyri at taka lut í stríðnum um uppflyting til bestu deildina.

Hjá TB var fyrrverandi VB ogRoyn málverjin, Lars Muller, í málinum. Zoran Mancic, sum áður hevur spælt í VB, KÍ og Royn, var á miðvøllinum.

Úrslitið var 7-1. Tá skal leggjast afturat, at á GÍ liðnum restaðu tríggir av teimum, sum mugu metast at vera upplagt evni til besta liðið. Her verður hugsað um Sámal Joensen, Helga L. Petersen og Óla Hansen, sum allir av persónligum orsøkum høvdu givið avboð.

Omar setti hol á

Ein av teimum, sum fekk møguleikan, tí fleiri høvdu meldað frá, var Omar Pásson, og hann takkaði fyri við at skora fyrsta málið. Við fremra stólpan snittaði hann frísparksinnlegg í kassan.

TB maðurin, sum javnaði til 1-1, var bara 16 árar gamli Rasmus Nolsøe. Hann er sonur Ásmund Nolsøe, sum í sjeyti árunum var ein av trimum góðum Nolsøe beiggjum á TB liðnum, sum tá í tíðini var millum tey bestu í landinum og sum vann fleiri FM heiti.

Bartal Eliasen legði GÍ framum aftur við frísparki úr 25 metrum og undan steðginum økti Petur Sjúrðarberg eftir innkast, sum Bartal Eliasen hevði longt.

Eftir steðgin gekk heilt skjótt. Merkisvert var tað, at allirmálskjúttarnir: Áslakur R.Petersen, Petur Sjúrðarberg, Áslakur R. Petersen og Hans Pauli Petersen hoyra til tað ættarliðið av GÍ spælarum, sum er komið til, eftir at flestu av fýra faldu FM vinnararnir eru givnir í fremstu røð.

jh

TB: Lars Muller ? Tórður Mortensen, Mihai, Ragnar Nolsøe ? Bárður Dimon, Jón Tórður Holm, Zoran Mancic, Einar Petersen, Vagnur Nolsøe ? Dan Mortensen, Rasmus Nolsøe


GÍ: Hallur Hansen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Áslakur R. Petersen, Magni Jarnskor, Pól Henning Jacobsen, Omar Pálsson ? Petur Sjúrðarberg, Marek