Tórhavnar kommuna dømd at rinda 3,6 milliónir í endurgjaldi

Tann 16. apríl í ár dømdi Eystari Landsrættur Tórshavnar kommunu at rinda Leivi og Gunnu Andresen í Havn 2.400.000 krónur í endurgjaldi. Harumframt skal kommunan rinda 873.643,33 kr. í prosesrentu frá 6. mars 2007 at rokna umframt sakarkostnað á 321.518,33 kr. Samlaða endurgjaldsupphæddin er 3.595.161,33 kr.

Hetta málið er á skránni til býráðsfundin í Havn í kvøld.

Sambært skránni til býráðsfundin verður upplýst, at Eystari Landsrættur staðfesti við hesum dómin í Føroya Rætti tó við teirri broyting, at endurgjaldsupphæddin varð hækkað úr 2.291.601,00 kr. upp í 2.400.000,00 kr.

Endurgjaldið skal latast í sambandi við, at Tórshavnar kommuna í 1999 broytti serstøku byggisamtykt nr. 7, sum viðvíkjandi matr. nr. 684p, 670y, 670x, 670a og 670df, Tórshavn, hevði við sær, at økið fór frá at vera sethúsaøki til at vera fríøki/øki til almenn endamál.

Við hesi broyting mistu eigararnir møguleikan at byggja á økinum. Í árunum frá 2000-2006 vóru ávísar samráðingar millum partarnar um aftur at broyta byggisamtykina, so byggjast kundi á økinum, og samráðingar um makaskifti og møguligt keyp av økinum frá Leivi og Gunnu Andreasen.

Hesar samráðingar endaðu tó úrslitaleysar, og bæði í 2006 og 2007 boðaði kommunan frá, at hon ikki var áhugað í at keypa økið ella gera makaskifti við annað lendi.

Eigararnir stevndu tískil kommununa eftir endurgjaldi tann 6. mars 2007, og kommunan varð bæði í Føroya rætti og Eystara Landsrætti dømd at rinda endurgjald ísv. broytingina av byggisamtyktini móti at eigararnir skeyta kommununi ognirnar.

Leiðarin á starvsfólka- og løgdeildini og miðfyrisitingarstjórin mæla fíggjarnevndini til at ávísa fígging kr. 3.595.161,33 at rinda Leivi Andreasen og Gunnu Andresen í endurgjaldi sbr. dóminum í Eystara Landsrætti.

Tórshavnar kommuna og Bjørn á Heygum, advokatur hjá Leivi Andresen og Gunnu Andresen hava tann 11. juni gjørt semju í málinum, ið inniber, at Gunna og Leivur Andresen avhenda matr. nr. 670x, 670a og 670f til Tórshavnar kommunu fyri 1.400.000,00 kr. umframt rentur frá stevningsdegnum áljóðandi 520.805,83 kr. og sakarkostnað áljóðandi 321.000,00 kr., íalt 2.242.323,83.

Við semjuni verður kravið um yvirtøku av matr. 670p og 670y slept, og tí minkar endurgjaldið, ið kommunan er dømd at rinda eigarunum, við einari upphædd, ið svarar til kostnaðin av matr. nr. 670p og 670y.

Leiðarin á starvsfólka- og løgdeildini og miðfyrisitingarstjórin mæla fíggjarnevndini til at ávísa fígging kr. 2.242.323,83 kr. at rinda Leivi Andresen og Gunnu Andresen til fulla og endaliga avgerð í málinum.