Fríggjadagin 9. mai verður lívligt í Gundadali í Havn. Tá hittast eini 750 ung fólk í aldrinum 13-14 ár úr øllum landinum til ein felags ítróttardag í Havn.
Tað er Fólkaheilsuráðið, ið skipar fyri hesum tiltaki í sambandi við málsetningin um, at ongi, sum eru fødd í 2000, skulu fara at roykja.
Á ítróttardegnum verða rørsla, heilsugóður mati og tað at vera roykfrí, sett í hásætið og ítróttarbreytin í Nám X fer at hjálpa til.
Dagurin byrjar longu klokkan 9 í ítróttarhøllini á Hálsi, har tey ungu fáa ein heilsugóðan morgunmat við Skyr og frukt.
Eisini verður skipað fyri eini stuttari felags upphiting, áðrenn farið verður út á vallirnar.
- Á middegi fáa tey ein góðan matpakka við leskiligum, sunnum og heilsugóðum mati, áðrenn tey aftur skulu út at røra seg seinnapartin.
- Tiltakið endar við konsert við Jens Marna Hansen, sum fer at runda dagin av við eini útikonsert – eisini á ítróttarøkinum í Gundadali.