Umskipanin av barnaansingarøkinum, sum hon liggur í kortunum í løtuni, fer at raka Kirkjubøar kommunu meinast. Hetta er ein av minstu kommununum í landinum við einum íbúgvaratali á umleið 200. Síðani dagstovnur varð settur á stovn í sóknini fyri 8-9 árum síðani, hevur hann verið raðfestur ógvuliga høgt, og nú barnatalið í økinum er í vøkstri, hava ítøkiligar ætlanir verið frammi um at bygt uppí verandi stovn.
Hesum fer umskipanin av barnaansingarøkinum at seta fót fyri. Verður uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum samtykt í verandi líki, skal kommunan útvega góða hálva millón krónur afturat næsta ár til verandi virksemi, og tá eru almannaútreiðslurnar mótroknaðar.
Bygdaráðið í Kirkjubøar kommunu er ikki ímóti størri kommunalum sjálvræði, ei heldur er hon ímóti, at kommunurnar yvirtaka barnaansingarøkið. Men hon finst at framferðini í júst hesum málinum.
- Vit hava raðfest barnaansingina ógvuliga ovalaga, og vit krógva ikki burtur, at uttan stuðul úr landskassanum, høvdu vit ikki megnað tað á forsvarligum stigi. Men vit hava ilt við at skilja logikkin í umskipanini. Einki samband er millum útreiðslur sambært lóg um býti av almannaútreiðslum og inntøkur frá landskassanum av barnaansingini. Í okkara føri verður roknistykkið ein stórum smeitur, sum fer at merkja, at menningin á økinum steðgar og at skipanin fer á eitt avgjørt minstamark, sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður í Kirkjubøar kommunu.
Órættvíst
Bygdaráðsformaðurin í Kirkjubøar kommunu metir, at tað er ábyrgdarleyst ikki at geva kommunum, sum fáa eina eyka byrða av umleggingini, eina skiftistíð.
- Hetta eru greið tekin um dugnaloysi. Landsstýrið raðfestir eitt nú stuðul á átta mió. kr. til Tórsvøll hægri enn menning til børnini. Vit fáa ikki pening til skúlabygging sum einasta kommuna í landinum nakrantíð. Aftur her eru vit fyri vanbýti. Hvar er munurin millum skúlabygging á Velbastað og Tórsvøll í Havn. Hví fær Tórsvøllur so dyggan stuðul, og vit ikki.
- Landsstýrið jagstrar tær kommunur, sum klára seg og sum ikki hava nakra skuld. Vit hava altíð goldið hvørjum sítt, enntá til tær kommunur, sum ikki hava dugað at stýrt sær og víst ábyrgdarloysi, og sum bidda pengar og gráta alment hvørja ferð høvið býðst. Umleggingin av barnaansingarøkinum verður ein fongur hjá teimum kommunum, sum ikki hava raðfest barnaansingarøkið. Tað er órættvíst ímóti okkum. Tað er ikki rætt sum løgmaður sigur, at tær kommunur sum fáa eina eyka byrða liggja í miðal hægri enn miðalkommunan í Føroyum viðvíkjandi dagstovnaplássum. Vit eru miðal, hinar eru ikki byrjaðar enn.
Kostar okkum dýrt
Skattaprosentið í Kirkjubøar kommunu fer væntandi ikki upp næsta ár. Fíggjarætlanin javnvigar, tá ið eyka útreiðslurnar eru tiknar við. Ætlanin er at hækka barnafrádráttin.
- Vit hava altíð klárað okkum, og fara at gera tað framvegis. Men tað er greitt, at umleggingin kostar okkum dýrt. Hon máar støðið undan teimum íløgum, vit eru noydd at gera. Íløgur vit ikki hava gjørt, tí vit ikki hava lænt okkum út á sjógv. Eitt nú er neyðugt við vatnreinsiverki í Kirkjubø og á Velbastað. Bygdirnar eru báðar landbúnaðarbygdir burtur av og krevja reint vatn, men umskipanin av barnaansingarøkinum ger, at vit mugu raðfesta øðrvísi, sigur Annfinn Brekkstein.