Vit duga væl at halda jól - men tað er við at verða ov nógv ferð á.
Tað helt Jógvan Fríðriksson, biskupur, tá ið útvrpsstøðin, FM1, bað hann hugleiða eitt sindur um jólahaldið nú á døgum.
Fyrr vóru jólini meiri hugni, nærvera og hugni í friði og náðum, men nú er full ferð á og allan desember mánað á tamb eru tiltøk av alskyns slagi, har hvør felagsskapur við við virðing fyri sær sjálvum skipa fyri jólahaldi av onkrum slagi.
– Tað er líka við at verða ov nógv av tí góða, heldur Jógvan Fríðriksson.
Hann heldur, at tað er gott við góðum ferðasambandi, men vandi er, at vit hava ikki longur bindindi til at steðga á eina løtu, har vit koma.
Og jólagavur til børnini skal helst halda ein øgiligan gang og síggja øgiligt út.
– Eg haldi, at vit eiga at koma aftur til tað gamla, har virðið á gávuni ikki er gávan sjálv, men gevarin sjálvur.
– Vit skulu duga betri at geva hvørjum øðrum okku sjálvi í jólagávu, heldur enn at keypa okkurt dýrt og fínt, heldur biskupur.
Men hann vónar kortini, at vit duga at varðveita boðskapin um jólini, og hann heldur, at tað er eitt heilt góðari leið við tí – og einki stendur í stað.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jógvan Fríðriksson, biskup, hugleiða um jólini nú á døgum.