Føroyska vinnulívið hevur longu klárað fyrstu royndina og prógva, at hon er før fyri at veita teir førleikar og tænastur, ið altjóða fyritøkur krevja. Tað sigur Marita Rasmussen, ið vísir á umvælingina av West Hercules sum prógv fyri, at vinnan megnar at lyfta tær uppgávur, ið skulu til, um Føroyar gerast ein Service Hub til øktu skipaferðsluna eftir arktisku siglingarleiðunum.
- Vinnulívið prógvaði, at tað er klárt, tá tað megnaði uppgávurnar í samband við umvælingarnar av West Hercules. Tað eydnaðist ómetaliga væl og vóru tað ein ørgrynna av fyritøkum kring alt landið, ið luttóku í verkætlanini, sigur Marita Rasmussen.
Viðvíkjandi tí politiska arbeiðinum fyri at sleppa framat møguleikunum, so letur stjórin í Vinnuhúsinum eisini væl at tí, ið starvsfólkini í Vinnu- og Uttanríkisráðnum gera.
- Tað hevur týdning, at man fylgir væl við í gongdini, so man veit hvat gongur fyri seg. Tað er mín fatan av støðuni, at tað gera starvsfólkini í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Tey fylgja væl við og tað er ráðstevnan í vikuni eitt gott dømi um, sigur Marita Rasmussen.
Í Vikuskiftissosialinum er eitt stórt tema um Føroyar í Arktis og ein longri samrøða við Maritu Rasmussen. Av tí at tað er Kristi Himmalsferðardagur í morgin, verður Sosialurin ikki borin út fyrr enn fríggjadagin. Hann er tó at fáa í sølustøðunum í miðstaðarøkinum í kvøld.










