Vil rætta mismun á skúlanæmingum yvir og undir 18 ár

Tað er ov stórur mismunur á lestrarstuðlinum, sum skúlanæmingar undir 18 ár fáa og sum teir eldru næmingarnir fáa

Tað heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður.

Tí spyr hann nú Bjørn Kalsø, landsstýrismann í skúlamálum, um hann ætlar at gera nakað við hesi viðurskifti

Høgni Hoydal nevnir sum dømi, at hjá einum næmingi, ið er føddur ávísan mánað í árinum, kann mismunurin kennast ovurstórur í mun til skúlafelagar ella

floksfelagar, ið eru føddir mánaðir frammanundan.

- Fyri næmingar undir 18 ár, ið flyta heiman ífrá undir lestrinum, er vistarhaldsstuðulin eisini munandi minni enn hægri lestrarstuðulin hjá lesandi yvir 18 ár.

Høgni Hoydal vil tískil hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu nógvar næmingar talan er um.

Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógvir næmingar undir 18 ár fara í miðnámsskúla í summar og, hvussu hvussu nógvir næmingar mugu bíða í eitt hálvt ár ella eitt ár, til teir fylla 18 og kunnu fáa fullan lestrarstuðul.

Hann vil eisini hava at vita um støðan hjá hesum bólki er versnað seinastu árini og um ætlanin er at gera nakað fyri at broyta hana.

Myndin er frá einum tiltaki í Hoydølum.