Liðskiparin hjá Manchester United bleiv so álvarsliga skaddur í dystinum móti Basel mikukvøldið, at hann ikki spælir aftur hetta kappingarárið. Tað sigur Sir Alex Ferguson.
Mikukvøldið fer ikki í søguna sum nakar góður dagur hjá Manchester United. Ensku meistararnir taptu avgerandi dystin í Champions League bólkaspælinum móti Basel. Sostatt kom Manchester United ikki víðari fyri fyrstu ferð í fleiri ár.
Sum um tað ikki var revsing nokk, so mátti serbiska verjukempan og liðskiparin hjá Manchester United, Nemanja Vidic, berast av vøllinum við álvarsamum skaða í knænum. Sir Alex Ferguson váttar nú ringu tíðindini og sigur at Nemanja Vidic spælir helst ikki aftur í ár.
- Eg var greiður yvir at talan var um ein álvarsaman skaða tá eg sá hann. Nemanja Vidic verður ikki tøkur restina av hesum kappingarárinum. Tað var ikki óvæntað, men tað eru framvegis ring tíðindi, sigur Sir Alex Ferguson sambært Dailymail.
Fyrrverandi serbiski landsliðsleikarin, sum millum annað eisini hevur roynt seg á Tórsvølli móti Føroyum, skal undir skurð og tá verður endaliga staðfest hvussu leingi Nemanja Vidic verður vekk frá fótbólti.
Eisini Ashley Young mátti av vøllinum við skaða í fótinum. Fyrstu metingarnar siga, at hann helst verður úti í eina tíð. Hann var herfyri úti í ein mánað og talan er um sama skaða, sum er komin aftur.