VIDEO: Liðið hjá Geza skoraði sigursmálið í 96. minutti

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Fleetwodd Town 1-0 (0-0)

Mynd: BBC Sport

David Geza Turi var 87 minuttir á vøllinum í kvøld, tá Grimsby á heimavølli tók móti Fleetwood Town í dysti í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two. Tá vanliga leiktíðin var farin var støðan javnleikur 0-0. Seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Jaze Kabia stóra hetjan hjá Grimsby, tá hann skoraði sigursmálið aftaná hornaspark.

 

Grimsby er nú nummar sjey í deildini við 59 stigum. Endar Grimsby á sjeynda plássinum skulu teir spæla dystir um uppflyting til League One.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Fleetwood Town 1-0 (0-0). Fagnaðurin um sigursmálið var ovurhonds stórur:

 

##med2##

 

Mynd: BBC Sport