Horsens og HØJ vunnu - Jana var toppskjútti hjá Viborg

Úrtøkan hjá føroyingaliðunum var misjøvn

Fimm føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld. Millum dystirnar var eisini ein føroyingauppgerð.

 

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ vunnu á útivølli í BIO CIRC Arena 29-27 á Janu Mittún og hennara liðfeløgum í Viborg. Í steðginum var Viborg á odda 15-14.

 

Jana skoraði átta mál upp á 11 málroyndir, og hon var toppskjútti hjá Viborg í kvøld. Jana legði eisini upp til fýra mál (assist), og hon vann liðnum tvey brotskøst. Marita var effektiv. Hon fekk tríggjar málmøguleikar, og hon setti allar í netið.

 

Hondbóltssíðan europamester.dk hevur Janu sum besta leikaran í kvøld. Tey geva Janu toppkarakter, 10 fyri avrikið í kvøld. Marita fær karakterin: 5.

 

Viborg er nummar fimm í deildini við 29 stigum. HØJ er nummar níggju við 15 stigum. 

 

Maria P. Nólsoy og liðfelagar hennara í Horsens vunnu á heimavølli 34-31 á Keypmannahavn, ið verður liðið hjá Mariu komandi kappingarár. Í steðginum var Horsens á odda 18-17. 

 

Maria skoraði sjey mál upp á 10 málroyndir, og hon var næstbesti málskjúttin hjá Horsens. Maria legði eisini upp til fýra mál.

 

Horsens er nummar átta í deildini við 18 stigum.

 

Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg taptu á útivølli 27-33 fyri Nykøbing Falster, ið var á odda 16-14 í steðginum. 

 

Súna skoraði fýra mál upp á 14 málroyndir. Hinvegin gekk framúr hjá Súnu at leggja upp til mál. Í kvøld hevði Súna heili sjey upplegg til mál. Hon vann eisini liðnum eitt brotskast. 

 

Skanderborg er næstaftast í deildini við 11 stigum. Tær eru lukkutíð fýra stig frammanfyri Bjerringbro, ið liggur á aftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina aftaná lokið grundspæl. 

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagar hennara í Ringkøbing fingu á útivølli eitt heiðurligt úrslit móti verandi meistarunum, Odense. Odense vann dystin 41-38. Í steðginum var Odense eisini frammanfyri við trimum málum, 20-17.

 

Rakul bjargaði fimm av 25 málroyndum. Kappingarneytin, Alberte Hamborg bjargaði trimum av 19 málroyndum. 

 

Ringkøbing er triðaftast í deildini við 12 stigum.