Tað er javnan, at grót kemur oman á vegin í Sandslíð, og aftur í morgun var grót komið oman.
- Bilurin endaði í grótrúgvuni. Tað kundi endað heilt galið. Tíbetur var tað bara bilurin, sum tað gekk út yvir hesaferð.
Soleiðis skrivar ein kvinna í Skálavík, sum eisini hevur lagt viðheftu mynd út á sín Facebook-vanga.
Tað eru lesarar á tráðnum, sum spyrja, um einki verður gjørt við hetta, fyrr enn ein vanlukka er hend.
Vegurin gjøgnum Sandslíð er smalur í støðum, og tað er javnan, at grót kemur oman á vegabreytina.
Kvinnan í Skálavík, sum skrivar um hendingina í morgun, sigur, at her kundi tað sama ein vanlukka verið hend, um bilførarin ikki var so heppin.
Ein annar lesari úr Skálavík hevur eisini deilt myndir av bilhjólinum á sínum Facebook-vanga, og hon spyr, um Sandslíð skal vera partur av politiskum spæli?
- Skulu vit bíða í fleiri ár, til nakað munagott verður gjørt, og skulu vit bíða eftir, at ein tunnil tll eystanbygdirnar møguliga verður partur av einum Suðuroyartunli?
Hon vísir á, at tað eru fleiri, sum frammanundan ikki dáma at koyra í Líðini, men tá tú ert vanur við tað, hugsar tú ikki so nógv um tað.
- Tó má eg siga, at fyri mítt viðkomandi er hetta nógv broytt seinnu árini, tí tú veitst ikki, hvat tú kemur til.
Kvinnan vísir á, at ferðslan er nógv vaksin, síðan Sandoyartunnilin læt upp, og tað koyra eisini nógvir stórir bilar í Líðini.
##med2##
- Onkuntíð bíðar tú bara eftir, um tað gongur ella ikki gongur. Klárar stóri lastbilurin ella bussurin at møta tær á smala vegnum?
Hon leggur aftrat, at oftari og oftari kemur tú fram á grót, sum er riðið oman.
- Skulu vit veruliga bíða eftir, at ein vanlukka hendir? Í morgun var um reppið, at ungur bilførari endaði í bilverjuni, sigur hon.












