Tórbjørn Jacobsen inn­lagd­ur eft­ir græk­ar­is­messu­røðu í Havn

Hann bílegði pláss á skaðastovuni, áðrenn hann helt grækarismessurøðuna á Vaglinum í dag

– Fleiri teir seinastu dagarnar havi eg havt pínu í øðrum arminum, og armurin kendist vera deyður fyrr í dag, men eg vildi ikki geva avboð, tá ið eg hevði lovað at halda grækarismessurøðuna í høvuðsborgini.

 

Soleiðis sigur Tórbjørn Jacobsen við Dimmalætting.

 

– Áðrenn eg fór á Vaglið, høvdu vit bæði konan verið í sambandi við Landssjúkrahúsið og avrátt við tey har úti, at eg skuldi koma á skaðastovuna, tá ið grækarismessuhaldið var liðugt. Tá ið vit komu á sjúkrahúsið og fyrstu kanningarnar vóru gjørdar, var tað greitt, at eg varð innlagdur. Hvussu leingi tað verður, veit eg ikki, men eg fegnist um, at vit hava so gott heilsuverk, sum vit hava, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum liggur einsamallur í einari stovu, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum megnaði at halda grækarismessurøðuna, áðrenn hann varð innlagdur á Landssjúkrahúsið.

 

##med2##

 

Lesið meira her: Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu