Fyrr í dag taptu Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel fimta dystin á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Vendsyssel tapti á heimavølli greitt 27-36 fyri Skive, ið hevur vunnið deildina og harvið beinleiðis uppflyting til bestu deildina. Longu í steðginum var Skive á odda 19-11.
Lukkutíð fyri Vendsyssel taptu teir ikki so nógv í seinna hálvleiki, tí teir eru bert tvey mál betur enn liðið hjá Janusi Dam Djurhuus, Leivi Mortensen og Jónasi G. Djurhuus, HC Keypmannahavn. Bæði liðini hava 15 stig hvør undan seinasta leikumfarinum. Vendsyssel hevur málmunin minus 51, meðan HC Keypmannahavn hevur málmunin minus 53.
Í seinasta umfarinum sunnudagin 29. mars hevur Vendsyssel dyst á útivølli móti Aarhus. HC Keypmannahavn spælir somu klokkutíð á útivølli móti Skive, ið longu hevur tryggjað sær uppflytingina til bestu deildina.
Aftaná dystarlok vera tað antin tríggir hoyvíkingar ella ein strandingur, ið mugu/má tungu leiðina niður í triðbestu deildina.










