Tað var um hálvgum sekstíðina í gjár, at ein bilur koyrdi út av vegnum og niður í eina veit, sum er grivin fram við landsvegnum á Sandi fyri kálpum hjá SEV.
Bilurin var komin um Sandafløttin og fór út av vegnum landsvegnum undir Sandabrekkuni.
Vaktleiðarin sigur, at ógreitt er, hví óhappið hendi. Men kvinnan, sum koyrdi bilin, hevði ikki koyrikort og verður tí skuldsett fyri tað.
Vegarbeiðið var væl avmerkt, sum tað eigur, sigur vaktleiðarin.










