Í gjár var eitt ferðsluóhapp í rundkoyringini í Runavík, har ein bilur rendi á eitt skelti og bar við ein annan bil. Bilførarin steðgaði ikki, men koyrdi víðari. Tá løgreglan kom á staðið, lá nummarplátan eftir, sum bilurin misti í stoytinum.
Tí var lætt hjá løgregluni at finna bilin. Men eigarin vildi ikki upplýsa, hvør hevði koyrt. Hann fær bót fyri tað og skal bøta fyri skaðarnar. Ein perónsskaði var.
Í Leirvík steðgaði løgreglan einum bilir, har bilførarin ikki hevði tryggjað barn í bilinum, og tað gav honum bæði bót og klipp í koyrikortið.
Í Havn var eitt ferðsluóhapp, tá ein bilur skuldi snara av vegnum, og tann aftari ikki varnaðist tað. Hann rendi á bilin aftanífrá. Vaktleiðarin sigur, at skaðin var ikki so stórur, men bilarnir vóru áfastir, so sløkkiliðið mátti koma á staðið at hjálpa við at loysa bilarnar.
Klokkan 23 í gjárkvøldið boðaði ein bileigari í Vestmanna frá, at herverk var gjørt á bilin við spraymáling. Herverið er framt sunnunáttina.
Løgreglan veit ikki enn, hvør hevur fram herverið, men um er, sum veitt eitthvørt, so frættir løgreglan fegin.










