Ársaðalfundurin hjá OM Føroyum verður í Skansahúsinum í annaðkvøld

Teitur Poulsen fer at framføra

OM Føroyar boðar frá í tíðindaskrivi:

 

Bjóðað til ársaðalfund hjá OM Føroyar tann 19. mars klokkan 19:00 í Skansahúsinum, J. H. Schrøtersgøta 11 í Havn.

 

Farna árið hevur verið merkt av nýggjum starvsfólkahópi. Vit gleðast um nýggjar nevndarlimir og nýtt starvsfólk á OM skrivstovuni. Nýggju kreftirnar hava brúkt rúma tíð at læra hvønn annan at kenna og finna stevið saman. Vit eru farin fús til verka og hava lagt abeiðsgongdir og ætlanir fyri komandi tíðina.

 

Fýra fólk eru farin út í stutttíðartænastu í ár og fleiri umsóknir eru komnar aftrat – bæði til Off the Grid í Nýsælandi, at tæna umborð á Logos Hope og í øðrum tænastum hjá OM kring heimin. Harumframt eru fyrireikingar til MiniTeenStreet, Atlantic Fair, TeenStreet summarleguna, Logos Hope vitjanina og fleiri summartúrar í gongd. Alt hetta hoyra vit meira um á fundinum.

 

Skráin fyri fundin er hendan:

Kl. 19:00: Koma

Kl. 19:05: Teitur Poulsen framførir

Kl. 19:15: Vælkomin og val av fundarstjóra og skrivara

Kl. 19:20: Forkvinnan leggur ársfrágreiðingina fram

Kl. 19:30: Roknskapurin verður lagdur fram

Kl. 19.45: Aðalfundur lokin

 

Eftir loknan aðalfund er høvið at fáa sær ein kaffimunn og tey, ið eru áhugað, kunnu steðga á og hoyra um tænastumøguleikarnar, sum OM fyrireikar til í summar. Eftir kunningina fara vit eisini at brúka eina løtu at biðja.

 

Kl. 20:00: Teitur Poulsen framførir og kaffi

Kl. 20:10: Landsleiðarin greiðir frá tænastumøguleikum í 2026

Kl. 20:20: Bønarløta

Kl. 20:30: Endi

 

Skrivar OM Føroyar.