Úr øllum økjum innan eldrarøktina í Føroyum hoyrist, at tørvurin á fakliga útbúnum starvsfólkum, er ein stórur trupulleiki. Temafrágreiðingin hjá Búskaparráðnum vísir eisini týðiliga á hendan trupulleikan.
Sum dømi kann nevnast at bara í Tórshavnar Kommunu er tørvurin umleið 150 fakliga útbúgvin røktarstarvsfólk. Við støði í eftirlitinum hjá landslæknanum átti býti av starvsfólkunum verið umleið; 40% sjúkrarøktarfrøðingar, 40% heilsurøktarir og 20% heilsuhjálparir og ófaklærd. Men núverandi støða er, at umleið 60% eru ófaklærd.
Eldri fólk gerast, meira samansettan tørv hava tey. Aloftast dragast tey við fleiri sjúkur, sum ger, at tey hava tørv á eini meiri samansettari fakligari røkt. Um tey ikki fáa hesa røkt er avleiðingin:
- at tey eru meira útsett fyri at fáa óneyðugar avleiddar trupulleikar av sínum sjúkum og avbjóðingum, tí røktin ikki verður útint á ein fakliga dygdargóðan og fullgóðan hátt.
Stóri tørvurin hevur eisini óhepnar avleiðingar fyri starvsfólkahópin. T.d. kunnu tey, sum hava eina fakliga røktarútbúgving, bert lata tær uppgávur, sum ikki krevja løggilding, upp í hendurnar á heilsuhjálparum og ófaklærdum. Allar aðrar uppgávur liggja sostatt hjá sera fáum starvsfólkum at útinna, fyriuttan at tey eisini hava yvirskipaðu fakligu ábyrgdina av øllum útintu uppgávunum Ábyrgdin gerst tung og arbeiðsbyrðan óneyðuga stór. Avleiðingin er at:
- tað er trupult at útvega og fasthalda fólk við røktarfakligari útbúgving.
Í fjølmiðlunum sæst hvussu nógv fáa prógv frá Heilsuskúlanum á hvørjum ári, og hvaðani í landinum hesi eru. Útfrá hesum upplýsingum sæst týðiliga at færri og færri fáa prógv, samstundis sum at færri og færri eru “norðanfjørðs”. Temafrágreiðingin hjá Búskaparráðnum undirbyggir eisini hesa niðurstøðu.
Tí heita vit staðiliga á politikkararnar um at taka ábyrgd av hesi hóttandi gongd og seta trupulleikan ovast á politiska breddan og seta ítøkilig stig til at loysa trupulleikan. At geva løn undir klinisku útbúgvingini einsamalt sær ikki út til at vera ein nøktandi loysn. Um onki verður gjørt skjótast gjørligt, er vandi fyri at støðan ikki kann vendast.
Vegna Eldraráðið í Tórshavnar Kommunu,
Annemi Lund Joensen, forfólk.











