Landsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar spældu í kvøld oddadyst í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Í OBOS-høllini í Hamar var oddaliðið, Sola frá Stavanger-leiðini á vitjan. Sola vann dystin 29-27. Útiliðið var á odda 15-14 í steðginum. Pernille var noterað fyri eitt mál.
Aftaná 22 umfør er Sola fremst við 42 stigum. Storhamar hevur 38 stig. Larvik og Molde hava 33 stig hvør.
Komandi mikukvøld spælir Storhamar dyst á útivølli móti Gjerpen.











