Nú er bert eitt umfar eftir at leika í grundspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum, og liðið hjá Natasju Hammer og Ingu Mariu Roysdóttir, Stjarnan liggur framvegis á aftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina.
Í kvøld leikti Stjarnan á heimavølli javnleik 34-34 móti Fram. Tá tveir minuttir vóru eftir var støðan 34-32 til Stjörnuna, men tær megnaðu ikki at binda fyri. Í steðginum var Stjarnan á odda 18-17.
Natasja var við sjey málum upp á 12 málroyndir toppskjútti hjá Stjørnuni. Hon legði eisini upp til trý mál (assist). Inga Maria skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir, og hon legði upp til fýra mál.
Selfoss og Stjarnan hava seks stig hvør, men Selfoss er betri innanhýsis. Selfoss tapti í kvøld á heimavølli 22-30 (13-12) fyri Haukum.
Í seinasta umfarinum, ið verður leikt leygardagin klokkan 14 hevur Stjarnan torføran útidyst móti Haukum. Somu klokkutíð spælir Selfoss á útivølli móti ÍR.
Støðan undan seinasta leikumfarinum:
| Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | +/- | Stig | |
| 1 | Valur | 20 | 18 | 0 | 2 | 605:468 | 137 | 36 | |
| 2 | ÍBV | 20 | 16 | 0 | 4 | 611:527 | 84 | 32 | |
| 3 | Haukar | 20 | 12 | 1 | 7 | 552:503 | 49 | 25 | |
| 4 | ÍR | 20 | 11 | 0 | 9 | 564:560 | 4 | 22 | |
| 5 | Fram | 20 | 8 | 2 | 10 | 595:598 | -3 | 18 | |
| 6 | KA/Þór | 20 | 7 | 1 | 12 | 489:556 | -67 | 15 | |
| 7 | Selfoss | 20 | 3 | 0 | 17 | 520:648 | -128 | 6 | |
| 8 | Stjarnan | 20 | 2 | 2 | 16 | 543:619 | -76 | 6 |











