Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Waasland Beveren taptu fyrsta dystin á heimavølli hetta kappingarárið, tá teir ígjár vóru fyri 0-2 tapi móti Deinze.
Deinze var heilt einfalt effektivari meðan teir í Waasland Beveren tóku ikki av sínum málmøguleikum.
Waasland Beveren hevur trý stig fyri tveir dystir. Bert eitt stig er upp til oddasessin.
Waasland Beveren spælir aftur 12. september tá Westerlo kemur á vitjan.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Waasland Beveren og Deinze:
##med2##