HB og KÍ vunnu sær greiðar fyrimunir til seinnu hálvfinalurnar

HB og KÍ vunnu sigrar á útivølli

Mynd: Havnar Bóltfelag

Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vóru leiktar í kvøld. 

 

Undir Mýruhjalla á Skála vann KÍ 3-1 á Skála ÍF. 

 

Birita Mohr og Karla Sjóstein syrgdu fyri, at KÍ var frammanfyri 2-0 í steðginum. Tíðliga í seinna hálvleiki fekk Sara Benjaminsen spenning í uppgerðina aftur, men løtu seinni skoraði Maria Vinjardsdóttir Johansen til endaliga úrslitið 3-1 til KÍ. 

 

Sunnudagin 14. september verður seinna hálvfinalan leikt á vøllinum við Djúpumýrar í Klaksvík.

 

Skála ÍF-KÍ 1-3 (0-2)

 

0-1 Birita Mohr (9.)

 

0-2 Karla Sjóstein (36.)

 

1-2 Sara Benjaminsen (52.)

 

1-3 Maria Vinjardsdóttir Johansen (58.)

 

Í Sarpugerði í Norðragøtu vann HB greiðan 3-0 sigur á Víkingi. Tá ein tími var leiktur legði Silja Ragnarsdóttir Trier HB á odda 1-0, og í 82. minutti økti Fridrikka Clementsen (myndin) til 2-0. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat staðfesti Lisa Haraldsen sigurin.

 

Sunnudagin 14. september verður seinna hálvfinalan leikt á ovara vølli í Gundadali í Havn. 

 

Víkingur-HB 0-3 (0-0)

 

0-1 Silja Ragnarsdóttir Trier (59.)

 

0-2 Fridrikka Clementsen (82.)

 

0-3 Lisa Haraldsen (90.+)

 

Kelda: dystir.fo 

 

Mynd: Havnar Bóltfelag