VIDEO: Fyrsta heimatapið hjá Íslandi síðani 2013

(Video) Síggj málini frá dystinum Ísland-Noreg 2-3 (1-1) frá Laugardalsvøllinum í Reykjavík

Laugardalsvøllurin í Reykjavík hevur verið ein ótrúligur skansi hjá íslendska fótbóltslandsliðnum seinnu árini, bæði í EM og HM-undankappingardystum, og eisini í venjingardystum.

 

Men í kvøld rakk ikki longur hjá íslendska landsliðnum, ið tapti á fyrsta sinni síðani 2013 á Laugardalsvøllinum. Noreg vann 3-2 á Íslandi á Laugardalsvøllinum. Støðan í steðginum var javnleikur 1-1.

 

Bjørn Johnsen legði Noreg á odda tá eitt korter var farið av dystinum. Tá ein hálvur tími var farin javnaði Alfreð Finnbogason við einum brotssparki. 

 

Fagnaðurin var stórur tá tann innskifta stjørnan hjá Íslandi, Gylfi Þór Sigurðsson legði Ísland á odda tá 70 minuttir vóru farnir. Men Noreg fekk tvey mál innan fimm minuttir, sum Joshua King og Alexander Sørloth skutu, og var tá á sigurskós. Gylfi Þór Sigurðsson hevði stutt efitr eitt langskot sum rakti stongina, men nærri kom Ísland ikki.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum millum Ísland og Noreg.

 

Ísland spælir venjingardyst ímóti Ghana á Laugardalsvøllinum, hóskvøldið 7. juni. Fyrsti HM-dysturin hjá Íslandi verður spældur leygardagin 16. juni klokkan 13, tá Diego Messi, Sergio Aguero og allar hinar argentinsku stjørnurnar verða mótstøðuliðið.