Veljið soleiðis, at hetta verður seinasta fólkatingsval í Føroyum

-

Tað er sum at hoyra líksong at hoyra sambandskvinnurnar og -menninar, sum nú biðja okkum avnokta okkara sjálvsvirðing og sjálvsálit. Líksong yvir øllum, sum eitur føroyskt treysti og áræði.

Sambandsflokkurin biður um nakað av okkum, kann vera hóskandi framman fyri Gudi, nevniliga at ásanna, at vit eru lítl og veik, ein ásannan, sum vit finna í sálmum og øðrum trúarorðum.

Men tað, sum sambandsflokkurin vil, er at vit skulu hava hesa religiøsu støðuna til Danmarkar, sum hann sjálvur hevur. »Vit klára okkum ikki sjálv«, sigur sambandskonan avgjørd. Hvussu veit hon tað? Satt at siga, so veit hon tað ikki. Hon byggir ikki á vitan, hetta er ein trúargrein hjá henni. Tað ringasta er, at boðanin hjá sambandsflokkinum av hesari pátrúgv hevur verið so ágangandi og knýtt at so nógvari makt gjøgnum søguna, at hennara virðistýnandi misálit er seyrað niður í tað ótilvitaða sálarlívið hjá føroyingum. Haðani verður tað kallað fram, tá ið sambandsflokkurin hevur brúk fyri tí, og tað brýtur seg fram sum ísakøld, óskilvís, ræðsla fyri ikki at fáa mat í munnin og fyri at vera óhjálpin. Bjargingin sum sambandsflokkurin bjóðar í hesari irrationellu ræðsluni, sum hann sjálvur hevur skapað, er eitt ímyndað »Danmark«, sum ber brá av hini guddómligu hjálpini í kristna hugarheiminum og av tí algóða foreldravaldinum í tí dulvitaða smábarninum, sum býr í tí vaksnu sálini. Tað sær út til, at tað ger tað sama, hvat tað veruliga Danmark ger og hvussu viðurskiftini hava verið okkaramillum, tað broytir ikki lognbráina hjá, í hvussu er teimum gomlu, í sambandsflokkinum av »Danmark« sum tí algóðu, alvaldandi veru, lýsandi sum ein náðisól yvir Føroyum ? ið annars høvdu ligið svartar. Konsekvent sambandsforeldur mugu siga við síni børn:«Okkara foreldur kláraðu ikki at føða okkum. Tey nyttaðu einki. Vit klára ikki at føða teg. Vit nytta einki. Okkara land nyttar einki, tað klárar ikki at føða teg. Tú fert ikki at klára at føða teg. Danmark má føða teg.« Fær teirra hugmynd ta undirtøku, sum tey ætla og vilja, so kann tað henda, at hon verður ein sjálvuppfyllandi spádómur, so at trúargreinin um ósjálvbjargni gongur út. Tí »lítið kemur av lítlari vón«, sigur orðatakið. Vóna og krevja vit lítið, tá kann so lítið spyrjast burturúr. Seta vit okkum neyðarslig, smá mál, so mikið neyðarsligari málum náa vit. Men seta vit okkum sømilig mál, tað er fult frælsi og ræði á egnu viðurskiftum okkara, tá verður grundarlag fyri einum sonnum tjóðlívi í Føroyum, ið kann loysa andliga megi, sum enn liggur bundin í fólkinum, okkum til eydnu og sóma.