Var hesin kjólin ov nógv av tí góða?

Songkvinnan Ciara er fyri atfinningum eftir framførslu í sambandi við dyst í amerikanskum fótbólti

Mánakvøldið var finalan í amerikanskum fótbólti fyri studentaskúlalið. Dysturin var millum Alabama og Clemson, og áðrenn dystin sang kend songkvinna Ciara amerikanska tjóðsangin.

Langt frá øll vóru fegin um hennara framførslu, tí Ciara var í einum kjóla, sum avdúkaði fitt av kroppinum hjá songkvinnuni.

Ein ítróttarjournalistur skrivaði eftir framførsluna, at Ciara sá gott út, men hon átti at havt hugsað um, at talan er um ein kapping, har børn og ung fylgja væl við, og tí var kjólin ikki hóskandi til finaluna. Onkur annar viðmerkjari helt, at kjólin var ópassandi til høvið.

Øll vórðu ikki samd við teimum, sum finnast at, og eitt argument var, at Ciara var í meira klæðum enn allir cheerleaders-flokkarnir, sum heppa upp á teimum ymsu liðini til slíkar dystir.

Ciara hevur ikki viljað gjørt viðmerkingar til kjólavalið.