Vakt ans uttanlands

- Ætlaði skúladepilin í Marknagili er merkisverdur í mangar mátar og verkætlanin hevur eisini vakt ans uttanlands, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna. Seinnapartin í gjár varð framløga av skúlaverkætlanini í Marknagili. Tað er samtakið Fuglark, sum vann kappingina at tekna skúlan.

Ætlanin við framløguni var at greiða politikarum og fjølmiðlum frá um verkætlanina, men uppmøtingin var kortini so sum so. Onkrir politikarar vóru møttir, og tað vóru helst teir, sum eru við í fylgibólkinum, sum skal fylgja við byggingini.

Helena Dam á Neystabø er sera væl nøgd við verkætlanina og sigur, at hetta er ein verkætlan, ið eisini hevur vakt ans uttanlands.

Hon upplýsti, at tíðarætlanin higartil hevur hildið, og gongst sum ætlað verður arbeiðið boðið út í juni komandi ár, og spakin skal ætlandi setast í í november næsta ár.

Landsstýriskvinnan segði, at semja er um at draga byggingina nakað út, so í staðin fyri at skúlin skal standa liðugur í 2014, er hetta drigið út til 2015.

Landsverk skal nú rokna upp á, hvussu hendan leingjan av bygginginin fer at dýrka verkætlanina, sum upprunaliga er mett at kosta 391 milliónir krónur. Ein upphædd, sum arkitektarnir siga seg kunna haldea seg innan fyri.