Vænta nøkur línuskip í næstu viku

Streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, men líkt er til, at veðrið verður gott.

 

Fýra ísfiskalínuskip fiska undir Føroyum í løtuni, og væntandi er, at tvey ella trý av hesum koma inn at landa í næstu viku - og hitt seinasta helst í aðru viku.

- Skipini fáa mest av toski og hýsu. Helst fer okkurt ísfiskalínuskip út aftrat teir næstu dagarnar, vita tey í dag at siga á Fiskamarknaði Føroya.

Lagt verður aftrat, at eitt ísfiskalínuskip fiskar í íslendskum sjógvi, og har yviri eru eisini fýra frystilínuskip, umframt at eitt frystilínuskip er á Flemish Kap.

Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, men líkt er til, at veðrið verður gott. Tí er væntandi, at nakað verður av útróðrarfiski.