Upptakt NSÍ-EB/Streymur: Leikbann raka gestirnar

NSÍ hevur spælarar tøkar aftur, meðan gestirnir eru uttan tvier vegna leikbann

Í dag verða tveir dystir í 20. umfari í Betri deildini hjá monnnum. Klokkan 15 spæla TB og KÍ, og klokkan 19 verður dystur við Løkin í Runavík millum NSÍ og EB/Streym.

Bæði NSÍ og EB/Streymur hava fingið nýtt lív í seinastuni. Runavíkingar við at vinna 4-2 á B36 í tí, sum líkist einum bronsudysti, og sundalagsmenn við at vinna tríggjar ferðir upp í slag undan farna vikuskifti, tá tað endaði við einum teprum 3-2 tapi í yvirtíðini móti Víkingi.

Heimaliðið hevur skaðar at dragast við, men flestu teirra hava vant við í vikuni. Bárður J. Hansen er tó langtíðarskaddur í knænum og spælir ikki aftur í ár. Pætur Hentze venur heldur ikki enn, men spælarar sum Mórits Heini Mortensen og Betuel Hansen eru á vøllinum aftur.

Gestirnir eru nakað tunnir nú Gestur B. Dam og Fannard A. Skoradal eru farnir av landinum og Magnus Heinason er skaddur. Umframt tað, so hava bæði Andras Olsen og Árni G. Olsen leikbann.

Liðtíðindi:

NSÍ:

Ikki við: Bárður J. Hansen (knæskaði, langtíðarskaddur), Pætur Hentze (fótskaði, ógreitt hvussu leingi)

Ivasamir: Betuel Hansen (lærkrikin), Mórits Heini Mortensen (akslaskaði)

EB/Streymur:

Ikki við: Magnus Heinason (knæ), Andras Ó. Olsen (leikbann), Árni G. Olsen (leikbann),

Gestur B. Dam og Fannhard Skoradal eru báðir niðri í lestrarørindum og spæla ikki aftur í ár.

Betri deildin menn 20. umfar:

Leygardagin:

TB-KÍ (15.00)

NSÍ-EB/Steymur (19.00) Beinleiðis á FM1

Sunnudagin:

B36-AB (14.00) Beinleiðis á FM1

Víkingur-Skála (15.00) 

HB-ÍF (18.30) Beinleiðis á FM1

1.194047
2.HB183946
3.NSÍ182038
4.B36172737
5.Víkingur191135
6.ÍF18-1620
7.EB/Streymur19-2419
8.TB19-1313
9.AB19-437
10.Skála18-412