Dagurin í dag royndist misjavnur hjá føroysku feløgunum á íslendska virðisbrævamarknaðinum Tað var misjavnt, sum tað gekk hjá teimum báðum føroysku Atlantic-feløgunum á marknaðinum í Reykjavík í dag.
Vísir skrivar, at partabrøvini í Atlantic Petroleum vóru tey, sum fullu mest í virði av øllum teimum skrásettu feløgunum. Fallið var 8,93 prosent.
Hjá Atlantic Airways var øvugt, tí virðið á felagsins partabrøvum vaks 3,10 prosent.
Verri gekst teimum báðum føroysku bankunum. Virðið á partabrøvunum í Føroya Banka fall 2,78 prosent, og hjá Eik Banka var fallið 2,97 prosent, skrivar Vísir.