Umhvørvisfelagsskapir og Føroyar

KRING allan heimin gera umhvørvisfólk og -felagsskapir eitt stórt og týðandi arbeiði til tess at verja umhvørvið. Men vit eiga ikki at stara okkum blind í hesum felagsskapum og trúgva, at alt teir gera og siga er tann einasti rætti sannleikin. Tí ávís umhvørvisfeløg og -fólk mistaka seg eisini vitandi ella ikki. Hetta eru ikki bert vit føroyingar vitni til. Eisini okkara frændir fyri norðan, inuittar í Grønlandi, í Kanada og í Alaska hava møtt einum ágangi frá umhvørvisfelagsskapum, sum hevur verið við at máa grundarlagi undan teirra samfeløgum. Vit minnast, hvussu Greenpeace mistók seg, tá tað framdi tiltøk móti lívsgrundarlagnum hjá inuittum, kópavinnu teirra. Sama kann sigast um hvalveiðuna hjá eitt nú veiðumonnum í Alaska og Kanada. Hetta er nakað av tí sama sum er hent og nú aftur tykist at henda um okkara leiðir, har víðgongdir umhvørvisfelagsskapir vilja tvinga okkum til at gevast við grindadrápi.

NÚ er ikki heilt rætt at samanbera okkara grindadráp við kópa- og stórhvalaveiðu hjá teimum innføddu fyri norðan, sum ikki hava so nógv annað at liva av. Tað ger kortini ikki virksemið hjá hesum umhvørvisfólkum minni álvarsligt. Nú hevur so ein teirra, eingin minni enn Paul Watson, sum er ein gamal kenningur um okkara leiðir, gjørt seg út til sum hann málber seg ?einaferð med alla? at steðga øllum grindadrápi við okkara strendur. Maðurin er á veg til Føroya skilst. Tað eru tey, sum halda, at vit eiga als ikki at umrøða slíkan mann og tiltøk hansara. Tí kunnu vit væl fylgja, men kortini eru vit noydd til at fyrihalda okkum til veruleikan, og hann er, at hesin víðgongdi maður, sum kallar seg umhvørvismann, um ikki so langa tíð kann vera orsøk til, at mannalív fara at standa uppá spæl. Hetta er ein álvarslig ávaring og áminning til okkara løgreglu, sum út í minsta smálut má og eigur at vísa sunt vit og skil í hesum torføra máli. Illstøður, sum helst vilja taka seg upp, megu ikki koma at ganga út yvir ósek fólk og mugu heldur ikki koma at geva umhvørvisfólkunum vind í seglini. Tað er eingin løtt uppgáva, tí krevur hon so mikið meira umhugsni.


VIT føroyingar kunnu rokna við, at komandi tíð fer at verða torfør, tí ágangurin frá umhvørvisfelagskapum fer helst at vera á fleiri ? frontum?. Grindin er so eitt. Onnur hóttan kann koma, tá skjøtil verður settur á oljuleitingina. Royndirnar frá bretskum øki eiga at fáa okkara myndugleikar til at taka hesa hóttan upp í størsta álvara. Vit síggja, at tað hevur eydnast umhvørvisfelagsskapi at steðga leiting í bretskum øki í nærum hálvtannað ár. Og tá vita vit heldur ikki, um tað verða fleiri forðingar. Okkara myndugleikar mugu taka spurningin upp, um Greenpeace kann brúka ES-direktiv at steðga oljuleiting í okkara øki. Ber t.d. eisini til at tvinga Danmark sum part av umhvørvispolitikki hjá ES at seta kílar í? Vit eiga at lurta eftir skilagóðum kritikki og ráðum í umhvørvis-málum, men tá ræður um grindina og oljuna eiga vit ikki at geva eftir. rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi.

Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið.

?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð brúktur, tá ið sjálvstýrislandsstýrið sat fyrst í sekstiárunum.

Har vísir Svarta Bók á, at tá spurdi amerikanarar danir, hvat teir ætlaðu at gera.

? Danski forsætisráðharrin svarar rættiliga ítøkiligt, at fyrst er ætlanin at trýsta føroyingar at koma við einum ítøkiligum útspæli, tí tað væntaðu teir ikki, at føroyingar kundu semjast um.

?Skuldi tað eydnast, er ætlanin at royna at draga tíðina út og síðani er ætlanin uppvarpa týdningin av donsku ríkisveitingini fyri livifótinum í Føroyum.

? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.