Føroyska U17-kvinnulandsliðið fekk ein góðan enda upp á EM-undankappingina niðri í Slovenia.
Í triðja og seinasta dystinum í bólki B3 vunnu Føroyar stórsigur 6-1 á Aserbadjan.
Longu í øðrum minutti løgdu Føroyar seg á odda við einum sjálvmáli, og fýra minuttir seinni økti Kára Sigurðsson til 2-0. Stutt undan steðginum fekk Aserbadjan spenning í uppgerðina aftur við at minka um munin til 2-1. Men so komu sjey ótrúligir minuttir í seinna hálvleiki.
Í 76. minutti økti Sára Justinussen til 3-1, og minuttin aftaná økti Kára Sigurðsson til 4-1, og næstu minuttirnar økti Kára til 5-1 og til 6-1. Kára hevur skotið fimm mál í hesari undankappingini.
Belgia vann í dag 4-0 (3-0) á vertstjóðini, Slovenia. Belgia vann bólkin við níggju stigum. Føroyar endaðu á einum flottum øðrum plássi við 10 stigum, og málúrtøkuni 10-7. Føroyar vunnu ein flottan 4-0 (2-0) sigur á Slovenia, men mátti leggja rygg til stórtap 0-6 fyri Belgia, ið skoraði 20 mál í trimum dystum.











