Tvey stungin til deyðis við svøri

Stunga á halloween í Quebec

Í minsta lagi tvey fólk eru stungin til deyðis í Quebec í Kanada. Løgreglan í Quebec boðar frá, at álopsmaðurin var klæddur í miðaldarklæðum og framdi álopini við enum svøri.

Fimm onnur hava fingið løstir, og løgreglan boðar sambært BBC frá, at ein maður í 20'unum er handtikin fyri illgerðirnar, men at hildið verður ikki, at hann hevur tilknýti til nakrar víðgongdar bólkar.

Løgreglan metir kortini, at álopið var tilætlað, og at hann var komin til miðbýin í Quebec frá forstaðunum at gera so nógvan skaða sum gjørligt.