FAROE SEAFOOD
”Faroe Seafood - ein nýggj byrjan”.
Soleiðis ljóðaði yvirskriftin í Sosialinum fyri júst tveimum árum síðan, tá felagið seinast hevði brúk fyri umfígging.
Yvirskriftin var í blaðnum eftir tíðindafund, sum júst tá hevði verið í felagnum.
Nevndarformaður í Faroe Seafood um hetta mundið var Richard Mortensen, og hann kunngjørdi hin 2. september í 2008, at ”felagið nú aftur kann savna seg um at fara í kapping á marknaðinum og soleiðis økja um lønsemi í fyritøkuni...”
Á tíðindafundinum segði hann eisini, at ”við nýggja fíggjarliga grundarlagnum er Faroe Seafood ført fyri at standa ímóti sveiggjum sum eru væntandi í vinnuni...”
Ársúrslitið hjá felagnum áðrenn óvanligar niðurskrivingar gjørdist í 2007 – altso árið fyri endurreisnina í 2008 - eitt hall upp á 19 miljónir krónur.
Men í sambandi við endurfíggingina av samtakinum, valdi felagið tá at niðurskriva støðisognirnar við 79 miljónum krónum og at útreiðsluføra hesar í ársroknskapinum fyri 2007.
Ársúrslitið fyri 2007 gjørdist tískil eitt hall upp á heilar 96 miljónir krónur.
Við endurreisnini í september fyri tveimum árum síðan væntaði táverandi nevndarformaðurin, Richard Mortensen, at Faroe Seafood helst fór at hava eitt hall í 2008 upp á einar 15-20 miljónir krónur.
Hann vísti kortini á, at hædd var tikin fyri hesum í endurfíggingini av felagnum.
Við endurreisnini í 2008 varð partapeningurin niðurskrivaður til 0 krónur, samstundis sum nýggjur partapeningur var teknaður á tilsamans 40 miljónir krónur.
Ein annar partur av fíggjarloysnini tá var, at 60 miljónir krónur av lánum vórðu umløgd til ábyrgdarlán, og at 40 miljónir krónur vórðu settar til viks ella “parkeraðar”, sum nevndarformaðurin málbar seg.
Á tíðindafundinum legði táverandi nevndarformaðurin dent á, at Faroe Seafood er styrkt fíggjarliga, og at fíggingin aftanfyri felagið er tillagað á ein slíkan hátt, at møguleiki er fyri, at felagið við einum sunnum og góðum rakstri kann svara hvørjum sítt og tjena pening.
Richard Mortensen segði seg hava fult álit á leiðslu felagsins og stjóranum, Meinhardi Jacobsen.