- Tunnilin er mítt politiska lív

- Tað er ikki sørt, at bjartskygni byrjar at merkjast í Sandoynni, nú fasta sambandið nærkast, sigur Gerhard Lognberg.

- Herfyri seldu vit eitt grundstykki til familju, sum ætlar sær at byggja beinanvegin, sigur Gerhard Lognberg.

- Tað er ikki sørt, at bjartskygni byrjar at merkjast í Sandoynni, nú fasta sambandið nærkast. Eg haldi, at fólk so smátt eru farin at síggja øðrvísi upp á møguleikarnar í oynni.

Tað sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, sum vísir á, at kommunan herfyri seldi eitt grundstykki til eina familju, sum ætlar sær at byggja beinanvegin.

Tá Gerhard Lognberg sum óskrivað blað í landspolitikki kom á Føroya løgting í 2002, byrjaði hann beinanvegin at tosa fyri einum Sandoyartunli.

- Longu, tá vit í 2001 tóku ímóti Teistanum í Skopun, og eg sum borgarstjóri helt røðu við móttøkuna, vísti eg á, at eitt er týdningarmiklari enn tá nýggja strandfaraskipið.

Í røðu síni legði táverandi og núverandi borgarstjórin í Skopunar kommunu dent á, at tað týdningarmesta fyri Sandoynna er, at oyggin fær fast samband við meginøkið.

- Síðan havi eg øll míni ár á Føroya løgtingi tosað fyri, at oyggin verður knýtt upp í meginøkið við einum undirsjóvartunli, sigur hann.

Borgarstjórin heldur, at arbeiðið við føstum sambandi við meginøkið er í einari góðari og tryggari legu, og at tunnilin nú ikki er langt burtur.

- Vit skriva nú 2016, og í lógini um Eysturoyar-og Sandoyartunnilin, sum alt Føroya løgting stendur aftan fyri, stendur, at boringin upp á Sandoyartunnilin byrjar í seinasta lagi í 2018.

Í dag viðurkennir Gerhard Lognberg, at fast samband við meginøkið og etisk mál hava fylt nógv í hansara politiska lívi, og nú hann ikki eri tingmaður meira, ásannar hann, at Sandoyartunnilin hevur verið hansara politiska lív.

- Tað vóru eisini hesi málini, fasta sambandið og etisku málini, sum kostaðu mær limaskapin í Javnaðarflokkinum, sigur borgarstjórin í Skopunar kommunu.