Boykott
? Eg haldi ikki, at hatta var rætti mátin at vísa sína ónøgd uppá. Hinvegin haldi eg at teir hava orsøk til at vera ónøgd.
Jógvan Sundstein er ein av okkara royndastu politikarum, bæði í løgtingi og í landsstýri og hann hevur eisini verið løgtingsformaður.
Hann heldur ikki, at flokkarnir báðir gjørdu rætt, tá ið teir rætt og slætt boykottaðu Løgtingið fyri at vísa sína misnøgd við framferðarháttin hjá løgtinginum og uttanlandsnevndini tá ið yvirtøkulógirnar vóru til viðgerðar.
? Hetta var ikki rætti mátin og eg haldi, at tað eitt sindur óbúgvið at boykotta atkvøðugreiðsluna,sigur gamli topp-politikarin.
Men hinvegis skilir hann eisini, at tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin eru ónøgdir við ta viðgerð, sum yvirtøkulógirnar fingu í uttanlandsnevndini og í løgtinginum sum heild.
? Viðgerðin í uttanlandsnevndini virkar ikki heilt seriøs og eg haldi heldur ikki, at tað var rætt av løgtinginum at skunda tvey so stór og týðandi mál ígjøgnum, tá ið ivaspurningarni nú einaferð vóru so stórir, sum teir vóru.
? Eg veit ikki um Løgtingið bara vil sleppa í summarfrí, ella hvat tað er, men í tveimum so stórum málum, eigur tingið at geva sær tað tíð, sum neyðug eg, fyri at viðgera málini til lýtar, tí tað er ongin fastur dagur ásettur fyri, nær Løgtingið skal í summarfrí og í veruleikanum er tingið saman til ólavsøku.
? Eg haldi, at løgtingið og uttanlandsnevndin kundi verið liðiligari í eini slíkari viðgerð
Jógvan Sundstein sigur, at tá ið ynski eru frammi í uttanlandsnevndini um at tilkalla serfrøðingar í nevndina at lýsa málini, átti nevndin at gingið tí á møti.
? Eg haldi, at uttanlandsnevndin átti at tikið ímóti øllum upplýsingum í einum so týðandi máli sum tað yvirhøvur bar til at fáa fatur á, bæði frá løgfrøðingum og øðrum serfrøðingum.
Tí heldur Jógvan Sundstein, at tað var skeivt at sýta ynskinum frá andstøðuni um at kalla ávísar serfrøðingar til fundar í nevndini.
Kortini er hann ikki heilt so vísur í, at ístaðin fyri uttanlandsnevndina, skuldi málið verðið viðgjørt í eini serligari nevnd við øllum flokkum, so at allir flokkar fingu høvi til at viðgerða tað, har allir flokkar fingu umboðan.
? Um serligar nevndir skulu gerast, er altíð ein tulkingarspurningur um, hvussu týdningarmikið eitt mál er. Tað er eisini greitt, at tað hevur sínar avmarkingar at vera ein lítil flokkur, sum í hesum føri.
Gera alt fyri semju
Annars heldur Jógvan Sundstein, at yvirtøkurlógirnar eru so stór og týðandi mál, at Løgtingið átti at gjørt alt fyri at rokkið einari fullari semju um tær.
Tað heldur hann átti at borið til.
? Tá ið tað enntá ber til at fáa sambandsflokkin at góðtaka yvirtøkulógirnar, átti tað als ikki at verið ómøguligt at snikka eina orðing til, sum hevði fulla semju í Tinginum.
Jógvan Sundstein sigur, at so átti tingið heldur at brúkt eina viku ella tvær, afturat upp á at samráðst um málið, til ein full semja varð funnin.
? Tað hevði eisini gjørt støðu okkara úteftir munandi sterkari, tá ið vit komu hartil, at lógin skal brúkast í verki.
Hinvegin dugir hann væl at síggja trupulleikan í at samsvar ikki er ímillum donsku og føroysku viðmerkingarnar.
? Men var tað eitt samt løgting, sum stóð aftanfyri lógina, hevði tað í øllum førum styrkt okkara støðu
Jógvan Sundstein veit ikki um virðingin ímillum manna fyri Løgtinginum er lækkað so nógv í hesum máli.
? Men bæði tað, at Løgtingið skrumbla eitt so týðandi mál ígjøgnum og so tað, at andstøðan boykottaði atkvøðugreiðsluna økja ikki júst um virðingina fyri løgtinginum, sigur Jógvan Sundstein.