Orsaka av krígnum í Ukraina sleppur Russland ikki at vera vertur fyri EM-endaspælinum fyri kvinnur í 2026.
Nú eru tað trý boð uppá at hýsa EM-endaspælinum í 2026.
Turkaland er fyrsta boðið. Turkar ætla at hava Ankara og Antalya sum vertsbýir.
Annað boðið eru Póland og Kekkia. Vertsbýirnir skulu vera Katowice og Lubin í Pólandi og Brno í Kekkia.
Triðja boðið eru Rumenia og Slovakia. Arbeitt verður við einari ætlan við seks vertsbýum í teimum báðum londunum.
27. januar í 2024 fellir avgerðin hvør fær EM-vertsskapin í 2026.