Donald Trump forseti vil ikki tryggja, at talan verður um eitt friðarligt valdsskifti, skuldi hann tapt forsetavalið komandi november.
Á tíðindafundi í Hvítu húsunum var Trump spurdur um, hvørt hann vildi binda seg til eitt friðarligt valdsskifti, skuldi hann tapt valið. Spurningurin frá tíðindamanninum kemur í kjalarvørrinum á mongu mótmælunum og nógva harðskapinum, ið hava verið at sæð í fleiri býum í USA seinastu mánaðirnar.
Hesum sýtti Trump fyri og segði, at tað fór tíðin at vísa. Trump legði aftrat, at tað var møguligt at valúrslitið fór at enda í hægsta rætti orsakað av brævatkvøðum.
Brævatkvøður hava verið eitt umstrítt evni í valstríðnum. Fleiri statir hava eggjað til brævatkvøður sum ein hátt at sleppa undan ov nógvari smittu, men Donald Trump vil vera við, at tað er ov lætt at svika við brævatkvøðum.
Tá tíðindamaðurin vísti á, at uppreistur er í fleiri amerikaskum býum, segði Donald Trump, at um brævatkvøðurnar vórðu sleptar, fór talan ikki at vera um valdsskifti, men valdsframhald, og sipaði til, at tað var sjálvssagt, at hann fór at vinna.