Útoyggj 07: Ætla ikki at doyggja út

Í dag skipar Útoyggjafelagið fyri stevnu, har umstøðurnar á útoyggj verða lýstar av útoyggjafólki sjálvum. Yvirskriftin er Mín oyggj - mín framtíð Byrjað varð við framløgum, har umboð fyri tær átta útoyggjarnar greiddu frá umstøðunum og framtíðini á teirra staði. Her vóru umboð fyri Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hest, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Her fekst týðiligt prógv um, at fólkini á útoyggj hava ikki mist vónina um lív og framtíð. Nógv góð hugskot vórðu løgd fram, við tilboðum bæði til børn, ung og gomul og ikki minst til ferðavinnuna, ið vindur alt meiri og meiri uppá seg her á land.

Poulina Eliasen av Syðradali vísti m.a. á, hvussu stóran týdning gott og regluligt ferðasamband hevur fyri menningina av eini oyggj.

- Tað er altavgerandi við góðum ferðasambandi. Hetta hava vit í Kalsoynni upplivað og sæð. Tí er ynski mítt at politikkarnir geva hinum oyggjunum somu umstøður.

- Men hinvegin, ein skal eisini liva, og tí mugu politikkararnir ikki gloyma tað, segði hon m.a. í síni framløgu.