Tollfría sølan í Vága Floghavn boðin út

Nevndin í P/F Vága Floghavn hevur í tíðindaskrivi í dag boðað frá, at hon nú fer at bjóða raksturin av virksemi við tollfríari sølu í Vága Floghavn út alment

Nú verður rætturin til rakstur av tollfríari sølu frá tveimum nýggjum handilshølum í Vága Floghavn boðin út. Rætturin fevnir um tvey nýggj handilshølir, eitt fyri komandi og eitt fyri farandi ferðafólk.

Ætlanin er, at tollfríu sølubúðirnar skulu lata upp longu um 15. november í ár, men hugsast kann at hetta kann seinkast, um byggiarbeiðið av nýggju hølunum verður seinkað.

Tá latið verður upp, er ætlanin at tollfríu sølubúðirnar skulu verða opnar fyri sølu hvønn dag í vikuni í minsta lagi frá klokkan 8.00 til klokkan 20.00, og annars í samband við alla regluliga altjóða flúgving um Vága Floghavn, bæði við flogførum og tyrlum.


Øll kunnu bjóða

Øll tey, ið hava áhuga og sum uppfylla krøvini í útboðstreytunum, og sum hava keypt útboðstilfarið frá P/F Vága Floghavn, kunnu lata inn tilboð. Men fyri at fáa útboðstilfarið skulu áhugair tilboðsgevarar rinda eitt gjald á 10 túsind krónur til P/F Vága Floghavn.

Freistin at lata eitt tilboð inn gongur út mikudagin tann 1. oktober á middegi.


Metast í tveimum umførum

Metingin av innkomnu tilboðunum verður framd í tveimum umførum, nevnliga útveljingarumfarinum, har mett verður um førleikarnar hjá tilboðsgevaranum, og síðan tillutingarumfarið, har ítøkilig meting verður framd av teimum, sum eru mett at hava neyðugu førleikarnar at reka útbjóðaða virksemið.

P/F Vága Floghavn væntar at hava valt vinanndi tilboðið í viku 41 ella viku 42, sum er umleið hálvan oktober.

- P/F Vága Floghavn hevur stórar vónir um, at ætlaða tollfría sølan í Vága Floghavn fer at gerast munandi inntøkukelda fyri felagið, soleiðs at raksturin av Vága Floghavn framyvir kemur at javnviga og at peningur verður til ger av neyðugu íløgunum í Vága Floghavn, sigur Kitty May Ellefsen, forkvinna í P/F Vága floghavn.


Fleiri um boðið

Eftir hvat skilst, so verða fleiri um boðið at bjóða uppá rættin til at reka tollfríu søluna í Vága Floghavn. Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line, hevur váttað, at Smyril Line verður eitt av feløgunum, sum kemur at liggja framvið at vinna sær rættin til virksemið.

Magni Arge, sum er stjóri í Atlantic Airways, váttar eisini, at Atlantic Airways fer at bjóða uppá rættin til at reka virksemið í Vága Floghavn.

Hugsast kann tó eisini, at onnur feløg eru áhugaði í virkseminum, og tískil verður tað ein kapping millum fleiri feløg um at vinna sær henda rættin, havandi í huga at øll kunnu bjóða.