Edvard Joensen
Fiskaútflytarar, sum ikki halda reglurnar í kunngerðini frá 16. oktober 1997 um avreiðing av fiski, sleppa ikki at senda fisk av landinum.
Tolleftirlitið hevur boðað Landsstýrinum frá, at hesar reglur verða ikki altíð hildnar. Og úrslitið er, at útflutningurin av rundum fiski, keyptur um almennu uppboðssøluna, nú at kalla er dottin burtur.
Kjartan Dam Joensen, yvirtollari, sigur, at tað vísti seg, at skjølini hjá teimum, sum keyptu gjøgnum uppboðssøluna hjá Lønjavningargrunninum, vóru ikki í lagi sambært kunngerðini. Teir kundu ikki skjalprógva, at fiskurin hevði verið á uppboðssølu, har fleiri høvdu møguleika at keypa. Av teirri einfaldu orsøk, at uppboðssølan hjá Lønjavningargrunninum bert selur heilar lastir.
Hildibjartur Johansen, stjóri á Lønjavningargrunninum, sigur, at nú tað ikki ber til hjá teimum at selja heilar lastir, kunnu teir tað sama lata vera við at hava nakra uppboðssølu. Tí skal Lønjavningargrunnurin fara at selja í smáum, verður alt ov nógv umsiting burturúr.
Tí hevur leiðslan í Lønjavningargrunninum verið í Tinganesi longu fyrst í december mánaða í fjør og biðið landsstýrismannin taka uppboðssøluna hjá Lønjavningargrunninum av.
Men enn er einki hent, uttan tað, at sølan er at kalla hildin uppat, sigur Hildibjartur Johansen.
Hann sigur, at uppboðssølan hjá Lønjavningargrunninum varð sett á stovn sum ein roynd í 1991. Og nú átti tann royndartíðin at verið farin.
Serliga tá nú eisini Fiskamarknaðurin er farin at virka, heldur Hildibjartur Johanen, at tíð er bara at taka almennu uppboðssøluna av.