Fyrsti fótbóltslandsdysturin í ár verður seinnapartin í dag. Klokkan fýra fer norski dómarin at bríksla fyri fyrstu ferð í fótbóltshøllini í Kópavogi. Bríkslið verður søguligt á tann hátt, at hetta verður fyrsta ferðin, at farið verður undir innandura fótbóltslandsdyst í Íslandi.
Um føroyski venjarin, Jógvan Martin Olsen, og hansara menn seinnapartin fara at megna at røkka málinum, sum venjarin hevur sett sær, so verður talan um søguliga uppgerð.
- Eg eri ikki nøgdur við at tapa, um tað so verður við einum máli. Vit fara eftir sigrinum og ikki minni enn tað, staðfestir venjarin úr Reykjavík.
Samstundis ásannar Jógvan Martin, at hann ikki kennir so nógv til íslendska liðið, sum við einum undantaki er mannað við spælarum úr heimligu íslendsku kappingini.
Higartil hevur tað ongantíð eydnast Føroyum at vinna fótbóltslandsdyst ímóti Íslandi. Besta úrslitið higartil var 1. august 1984, tá ið Ísland vitjaði í Gundadali, og úrslitið var málleysur javnleikur.